60
so tann gamli allahalgannadagur, 1. november, skuldi verða til minnis
um tey sjólætnu.
At hava ein ávísan dag og steðga á, og minnast tey sum farin eru, er ein
vakur siður. Teir mongu minnisvarðarnir um landið bera boð um, at
fólk ynskja at minnast tey sjólætnu við virðing.
Sangur: „Eg sigli fram yvir lívsins hav“ av f løguni
Vinir míni og eg.
Prát
Næmingarnir fáa eina løtu at hyggja á síðu 80 og 81 í næmingabókini.
• Hvussu er huglagið?
• Kenna tit onkran, sum hevur mist ein kæran á sjónum?
• Hvat er allahalgannadagur?
• Nær er allahalgannadagur?
Vert at hava í huga
Uni Næs hevði í november 2010 eina prædiku um minnsvarðan í
Leirvík. Hesin tekstur er torskiltur fyri næmingarnar, men hetta er
eitt fínt høvi at tosa um røður sum tekstagrein. Við serligum atliti at
huglagnum.
Lærarin lesur røðuna:
Røða
– Uni Næs
Tað er við tøkk og stórari virðing, at vit minnast hesar landsmenn okk
ara, sum løgdu nógv fyri at vinna breyð til lívsins uppihald hjá teimum,
sum heima sótu. Mangir av hesum bóru ikki boð í bý.
Men minnini um teir eru í huganum um avrik og brøgd teirra ætt
eftir ætt. Og vit vilja jú fegin veita teimum okkara bestu tøkk, soleiðis
sum vit nú einaferð kunnu gera hetta.
Við hesum fyri eyga og í virðing og tøkk, eru reistir minnisvarðar
ymsastaðni í landinum teimum mistu til heiðurs og æru.
Tey, sum varða av, hava her eitt stað at leita sær til og minnast tey,
sum farin eru. Og tá sum nú kunnu vit staðfesta støðuna, teir vóru í, tá
ið ólukkan hendi: „at bert var ein fjøl millum teirra og grøv.“
Minnismerkini eru eisini ein áminning um tað álvarsemi tað er, at
liva í einum landi, har alt grundarlagið verður bygt á at søkja sjógvin,
og tað sum havið gevur.
Vit hava nógvar vakrar minnisvarðar kring landið, har vit kunnu frø
ast um listaverk á vøkrum f løtum í bygd og bý. Eg loyvi mær at nevna
minnisvarðan úti á Egg í Leirvík, sum varð reistur fyri 30 árum síðani.