Page 63 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
61
Onkuntíð, tá ið tað var farið at vára og vøllurin so líðandi var farin
at grønkast, havi eg hugt yvir hesa vøkru f løtu við minnisvarðan við
søguni hjá listamanninum, Fridtjofi Joensen í huga, har hann evnar
minnis­varðan sum ein søkkandi bát í einum broti.
Á brimbrotinum vellir vatn fram sum skolar aftur við borðinum.
Sjálvt brotið er lagt upp við f lagi. Minnisvarðin er settur so, at hann
horvir móti Nestindum og stevnir móti Sigatindi.
Grøni liturin er vónarinnar litur. Tá er tað eins og báturin siglir móti
ljósinum og svarið ljóðar frá Sigatindi, sum úr gamla sálminum hjá
sálma­skaldinum í GT, har sálmaskaldið bæði spyr og svarar: „Hvaðani
kemur hjálp mín? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og
jarðar.“ Sálmur 121.
Hesa tíðina á árinum hevur vøllurin heystardám, men hann grønkast
móti vári. Tá er tað ein fragd fyri eyga og sálina, at vit verða mint á, at
eins og vakra grøna f løtan peikar í allar ættir, soleiðis er tað eisini við
kristnu vónini, sum eigur at tala inn í øll okkara viðurskifti, at einaferð
fer at vera uppreisnardagurin mikli, tá ið øll verða savnað aftur.
Prát
• Hvat merkir: „Mangir av hesum bóru ikki boð í bý“?
• Hvat merkir: „Bert var ein fjøl millum teirra og grøv“?
Feigdardagurin 1913
– brot úr „Havið og vit – minniligir dagar
Árið 1913 var komið væl á hall. Jólini, tann stóra gleðihátíðin, var í
hond­um, og menn lógu framvið at sleppa á f lot og fáa fekst niður í løgin
til jóla. Tollaksmessudagur kom, ein avbera vakur morgun, dýrdar­
veður, og hópur av bátum leitaðu til havs, eisini skarðmenn. Men skjótt
er Harra­num um; brádliga sum eitt skot brendi hann á av landnyrðingi
og tað ikki við eirindum, skrið stóð eftir sjónum og kolasvart í kavaroki.
Har hjálpti hvørki kreftir ella skil, um teir vóru staddir út frá landi,
sjálvt mætastu sjógarpar máttu lúta í so ójøvnum bardaga.
Tríggir bátar komu ikki aftur hendan minniliga tollaksmessudag og
19 mans sjólótust, 6 við Norðdepilsbátinum, 6 við Kuniabátinum og
7 við Skarð­bátinum. Hetta var størsta ólukkan við árabáti í søguligari
tíð. Fyri Skarðbygd var henda ólukka onki minni enn ein deyðsdómur.