Page 65 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
63
Eitt gott lív
19. tími
Vert at vita
Lívsgóðska ger menniskjuni før fyri at njóta lívið, at elska at vera til og at
elska onnur. Treyt fyri lívsgóðsku er, at menniskjuni hava møguleika at
seta dám á tilveruna. Lívsgóðskan kann vera ávirkað, tá ið menniskjuni
upp­liva mótgongd t.d. í deyða, sjúku, arbeiðsloysi ella hjúnaskilnaði.
Bíblian lærir, at menniskjuni eru skapt í Guds mynd og hava tí stórt
virði. Eingin hevur størri virði enn ein annar. Næmingarnir hava í
Vinir
mínir og eg 2
havt um dupulta kærleiksboðið „Tú skalt elska Harran,
Gud tín, av øllum hjarta tínum, og av allari sál tíni, og av øllum huga
tínum … og tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.“ Vert er at hava í
huga, at teksturin er frá eini tíð, har fólk ikki vóru sjálvsøkin, men har
tað varð tikið fyri givið, at fólk tóku atlit til tey viðurskifti, ið kravdust
fyri at liva.
Í dag verður tó ofta lagt upp til, at hetta er virði, sum menniskjuni
eiga at síggja í sær sjálvum – at elska seg sjálvan. Í hesum ljósinum skal
næstin eisini síggjast. Kærleikin til Gud, umsorgan fyri sær sjálvum og
øðrum hongur saman.
Sangur: „At liva, tað er at elska“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Hvat er eitt gott lív? Lærarin skrivar uppskotini hjá næmingunum á
talvuna.
• Prátað verður út frá sanginum í næmingabókini „At liva, tað er at
elska“
Barnarættind i