64
• Hvat í gerandisdegnum gevur næminginum góða lívsgóðsku?
• Hvussu kann næmingurin nýta síni evni, og betra um lívgóðskuna?
At liva, tað er at elska
Næmingarnir fáa sangin „At liva, tað er at elska“, sí avrit aftast í bókini.
Teir klippa sangin út og líma hann í loggbókina. Síðani skriva teir, hvat
eitt gott lív er.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!