65
Barnarættindi
20. tími
Vert at vita
Menniskjuni eru øll ymisk: kyn, aldur, útsjónd, húðarlit, átrúnaður,
likamlig støða, fíggjarstøða, persónligar meiningar ella gerðir. Fyri at
tryggja, at øll menniskju verða vird og hava rættindi til frælsi, talufrælsi,
trúarfrælsi, rættvísi og frið í heiminum, hava Sameindu Tjóðir gjørt ein
sáttmála, og álagt øllum limalondum at halda sáttmálan. Limalondini
hava skyldu til, í samstarvi við Sameindu Tjóðir, at tryggja at manna
rættindini og frælsisrættindi verða alment vird og hildin. Treytin fyri,
at henda skylda verður hildin er, at allir partar skilja hesi rættindi og
frælsi.
Børn hava rætt til mat, stað at búgva og heilsugott lív. Børn hava rætt til
at menna seg, rætt til skúlagongd og frítíð. Børn hava rætt til umsorgan
og verju ímóti kríggi, harðskapi og misnýtslu. Børn hava rætt at vera við
í avgerðum, sum hava við tey at gera. Hetta átti at verið ein sjálvfylgja, at
øll børn verða væl viðfarin, men veruleikin er mangan øðrvísi. Milliónir
av børnum hava eitt trupult lív. Børnum tørva, at onkur talar teirra søk.
Tí hava Sameindu Tjóðir ein altjóðasáttmála um barnarættindi.
Tann 20. november 1989 samtykti aðalfundurin hjá Sameindu Tjóðir
altjóðasáttmálan um barnarættindi.
Sáttmálin um barnarættindi hevur til endamáls at
• tryggja øll børn móti órættvísi og útarming
• geva øllum børnum møguleika at taka lut í avgerðum, ið ávirka lív
teirra
• gera sítt til at skipa eitt rættvíst altjóðasamfelag, sum ikki bert børn,
men øll mannaættin, hevur krav á
Barnarættind i