66
Sáttmálin kom í gildi á heysti 1990, tá f leiri enn 20 lond høvdu viður
kent hann. Føroya Løgting setti við kunngerð nr. 90 frá 7. oktober 1993
sáttmálan í gildi frá 11. mai 1993.
Niðanfyri er einfaldaða útgávan av altjóðasáttmálanum um barnarætt
indi:
1. grein: Hvat er eitt barn
Allir persónar undir 18 ára aldur, ásetir landsins lóg ikki lægri lógaldur.
2. grein: Javnstøða og verja fyri mannamuni
Grundreglan um, at øll rættindi galda fyri øll børn uttan undantak.
Tað er landsins skylda at verja børnini fyri øllum mannamuni.
3. grein: At tryggja áhugamálum barnanna
Tað er samfelagsins skylda at tryggja áhugamálum barnanna, tá avgerðir
vera tiknar. Samfelagið hevur skyldu at gera serstakar reglur til verju
fyri børnini.
4. grein: Útinning av endamálum sáttmálans
Samfelagið hevur skyldu at halda sáttmálan í orðum og verki.
5. grein: Leiðbeining av foreldrum
Foreldur eiga at verða leiðbeind soleiðis, at børnini búnast samsvarandi
evnum og møguleikum teirra.
6. grein: Rætturin til lívið
Barnsins rættur til lívið og skylda samfelagsins at tryggja børnunum
undankomu og menning.
7. grein: Navn og tjóðskapur
Børn hava rætt til navn og tjóðskap frá vøggustabbanum
8. grein: Verja av samleika
Skylda samfelagsins at verja og, um neyðugt, endurstovna barnsins
grundleggjandi samleika (navn, tjóðskap og ættarbond).
9. grein: Verja foreldranna av barninum
Børn hava rætt at búgva hjá foreldrunum, uttan so at mett verður, at
hetta samsvarar ikki tørvi barnanna. Børn hava rætt til samband við bæði
foreldrini, hóast tey ikki búgva hjá teimum. Er tað av samfelagsávum,
at barnið er tikið frá foreldrunum, hevur samfelagið skyldu at knýta
sambandið aftur við foreldrini.