Page 69 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
67
10. grein: At føra familjur saman
Børn og foreldur hava frítt at fara úr hvørjum landi sum helst og venda
aftur til egið land at verða sameind.
11. grein: Barnaræning
Samfelagið hevur skyldu at forða fyri, at børn verða rænd í útlondum av
foreldrum ella øðrum.
12. grein: Rættur at siga sína hugsan
Børn hava rætt at siga sína hugsan og krav um, at hugsan teirra verður
vird.
13. grein: Frælsi at bera boð og fáa upplýsingar
Børn hava rætt at boða frá sínum kenslum og sjónarmiðum, tó uttan at
gera seg inn á annara rættindi. Børn hava rætt at leita eftir, fáa og lata
upplýsingar frá sær.
14. grein: Tanka-, samvitsku- og trúarfrælsi
Børn hava rætt at trúgva og tilbiðja. Samfelagið hevur skyldu at virða
undirvísing í trúarlæru.
15. grein: Rættur at stovna feløg
Børn hava rætt at gerast limir í feløgum og vera við at stovna feløg, tó
uttan at gera seg inn á annara rættindi.
16. grein: Verja av heimalívi
Børn hava rætt til verju fyri tilvildarligari ella ólógligari uppílegging í
heimalívið.
17. grein: Týdningur av fjølmiðlum
Samfelagið hevur skyldu at tryggja børnunum atgongd til upplýsingar
frá hóskandi nøgd av innlendis og altjóða tíðindamiðlum.
18. grein: Barnauppaling
Samfelagið hevur skyldu at tryggja, at barnsins foreldur ella verji hava
høvuðsábyrgdina av uppalingini, og at geva vegleiðing og hjálp í hesum
sambandi.
19. grein: Verja móti ringari viðferð
Samfelagið hevur skyldu at verja barnið móti allari ringari viðferð frá
foreldrum ella øðrum, at fyribyrgja allari ringari viðferð og at bøta um
fylgjurnar av tílíkari viðferð.
20. grein: Foreldraleys børn
Samfelagið hevur serliga skyldu at verja børn, sum hava mist foreldur
og familju og at tryggja teimum aðra røkt og, um tað krevst, ættleiðing.