68
21. grein: Ættleiðing
Samfelagið hevur skyldu at tryggja at loyvi einans verður givið til ætt
leiðing, um tað er til barnsins frama.
22. grein: Flóttabørn
Samfelagið hevur skyldu at tryggja serstaka verju av børnum á f lótti ella
sum søkja um f lóttastøðu og at samstarva við avvarðandi felagsskapir
f lóttabørnum til verju og hjálpar.
23. grein: Brekað børn
Brekað børn hava rætt til bestu hjálp, umsorgan og upplæring at tryggja
teirra sjálvsálit og møguleikar til ríkt og virkið lív.
24. grein: Heilsa
Børn hava rætt til heilsu og eiga at fáa læknahjálp við serligum atliti
at fyribyrgjandi heilsurøkt. Samfelagið hevur skyldu at minka um til
burðir av barnadeyða og at virka fyri, at gamlir siðir, ið kunnu skaða
heilsu barnanna, verða avlagdir.
25. grein: Reglulig kanning av viðurskiftum hjá børnum á stovni
Samfelagið hevur skyldu til við regluligum millumbilum at kanna
viðurskiftini hjá børnum, ið búgva á røktar- og viðgerðarstovnum.
26. grein: Almannatrygd
Børn hava rætt til almannatrygd.
27. grein: Lívskrøv
Børn hava rætt til hóskandi lívskrøv. Foreldrini hava høvuðsábyrgdina
av, at hesi krøv verða lokin, og samfelagið hevur skyldu at hjálpa til, um
tað er neyðugt.
28. grein: Upplæring
Børn hava rætt til upplæring, og samfelagið hevur skyldu at tryggja øllum
børnum skyldubundnan og ókeypis barnaskúla við menniskjansligum
agareglum.
29. grein: Endamálið fyri upplæringini
Samfelagið hevur skyldu at tryggja, at upplæringin virkar til at menna
barnsins persónsmensku og evni, at hon fyrireikar barnið til eitt virkið
vaksnamannalív, fremur virðingina fyri mannarættindum og at mennir
virðingina fyri barnsins egnu mentunarligu og tjóðskaparligu virðum.
30. grein: Minnilutar
Børn, ið hoyra til minnilutabólkar, hava rætt til at liva samsvarandi
teirra egnu mentan og átrúnaði og at tala sítt egna mál.