69
31. grein: Frítíð og hvíld
Børn hava rætt til frítíð, hvíld og spæl og at taka lut í mentanarligum
og skapandi virksemi.
32. grein: Barnaarbeiði
Samfelagið hevur skyldu at verja børn fyri arbeiðsumstøðum, ið kunnu
hótta teirra heilsu, upplæring og menning. Minstialdur og trygd eiga at
verða fyriskipað.
33. grein: Misnýtsla av rúseitri
Børn hava rætt til verju fyri misnýtslu av rúseitri og fyri at verða sett í
arbeiði við framleiðslu og sølu av rúseitri.
34. grein: Kynslig misnýtsla
Børn hava rætt til verju fyri kynsligari misnýtslu, skøkjuvirki og med
virkan til barnaporno íroknað.
35. grein: Søla og rán av børnum
Samfelagið hevur skyldu til at nýta øll ráð at forða sølu av børnum og
barnaráni
36. grein: Onnur misnýtsla av børnum
Børn hava rætt til verju fyri øllum øðrum sløgum av misnýtslu.
37. grein: Píning og revsing
Samfelagsins skyldur mótvegis børnum, ið eru handtikin ella sett í
varðhald. Bann fyri píning, grimari ella niðrandi viðferð, revsing,
deyðarevsing og lívlongum fongsli. Børn, sum sita í fongsli, hava rætt
til menniskjansliga viðferð, mugu ikki sita saman við vaksnum og hava
rætt til samband við familjuna.
38. grein: Vápnað stríð
Samfelagið hevur skyldu at halda altjóða avtalur um krígsførslu, eitt nú
at tryggja at børn undir 15 ára aldur ikki taka lut í bardaga og at av
marka útskrivingn av 15-18 ára gomlum til vápnaða tænastu. Í Vápnað
um stríði hava øll børn rætt til verju og røkt.
39. grein: Endurbúgvandi røkt
Samfelagið hevur skyldu til at tryggja øllum børnum, ið hava verið fyri
vanrøkt, píning ella misnýtslu, best møguliga viðgerð, soleiðis at tey
kunnu mennast aftur sum samfelagsborgarar.
40. grein: Viðferð av børnum í rættinum
Børn undir ákæru hava krav um rættarhjálp og rættvísa viðferð. Sam
felagið hevur skyldu til at hava serliga umsorgan fyri ungum lógbrótar
um og at royna at endurbúgva teir heldur enn revsa.