70
41. grein: Barnsins frami
Landsins lógir ella altjóða reglur, ið tryggja børnum betri rættindi enn
hesin sáttmálin, eiga at nýta frama, har tað er gjørligt.
42. grein: Almenn kunning um sáttmálan
Samfelagið hevur skyldu til at kunngera henda sáttmálan bæði fyri
vaksnum og børnum.
43. grein: Nevnd at taka sær av barnarættindum
Skipað verður ein nevnd at taka sær av, at reglurnar í hesum sáttmála
verða settar í verk og hildnar.
44. - 54. greinir: Frágreiðingar til nevndina
Tey lond, ið hava staðfest henda sáttmálan, hava skyldu at senda nevnd
ini frágreiðingar. Eftirlit við at sáttmálin verður hildin. Undirskrift,
staðfesting, gildiskoma og onnur viðurskifti.
Sangur: „At liva, tað er at elska“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Lærarin spyr:
• Hvørji eru tit?
• Hvat tørvar tykkum fyri at fáa eitt langt, heilsugott og eydnurík lív?
• Hvør ábyrgd fylgir við at hava rættindi?
• Hvussu kunnu tit tryggja, at øll menniskju hava somu rættindi?
Lærarin býtir talvuna í tvey. Øðrumegin „Eitt gott lív“ og hinumegin
„Eitt ringt lív“ og skrivar uppskotini á talvuna.
Eitt gott lív og eitt ringt lív
Næmingarnir skriva uppskotini í loggbókina.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!