71
Ymisk lív
21. tími
Vert at vita
Út frá barnarættindasáttmálanum hjá ST kann verða staðfest, at tað er
eingin sjálvfylgja, at børn hava eitt gott lív. Eitt nú bera fjølmiðlarnir
boð um, at tað í heiminum eru børn, sum liva eitt øðrvísi lív:
• Manglandi bústaðarmøguleikar og skúlagongd
• Barnaarbeiði
• Hungursneyð
• Kríggj
Vert er at hava í huga, at føroyskir næmingar ikki júst hava hesar trupul
leikar at dragast við. Tó hevur tað stóran týdning, at teir vita um børn,
sum liva øðrvísi enn teir sjálvir.
Sangur: „Fyri allar gávur lær at siga takk“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Hvat er at vera ríkur?
• Hvat er at vera fátækur?
• Eru rík og fátøk fólk í Føroyum?
Elsa og Rói
Elsa og Rói eru systkin. Tey búgva í einum húsum saman við foreldrum
sínum. Húsini eru ikki stór, men bæði børnini hava hvør sítt kamar.
Tey kunnu lata hurðina aftur og vera einsamøll, tá ið tey hava brúk fyri
tí, og tey kunnu bjóða vinum við heim. Elsa og Rói eru tvey heilt vanlig
føroysk børn. Hvønn morgun fara tey upp, eta morgunmat og fara í
Barnarættind i