Page 74 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
72
skúla. Eftir skúlatíð fara tey til ymiskt frítíðarvirksemi. Elsa svimur
og er skóti, meðan Rói sparkar fótbólt. Bygdin, tey búgva í, er góð og
trygg. Ongum nýtist at líða neyð.
Yasmin
Yasmin er úr einari bygd í einum landi, sum eitur Nepal. Yasmin
gongur ikki í skúla. Hon arbeiðir. Hon arbeiðir á einari vevstovu. Hon
ger teppi. Her hevur hon arbeitt í eitt hálvt ár. Sum nógvar aðrar smá­
gentur varð hon send burtur fyri at arbeiða. Familja hennara er fátøk.
Tey hava ikki nóg mikið av mati til øll. Men her fær Yasmin mat. Tað er
tann ein­asta lønin, hon fær, so leingi sum hon er í læru. Yasmin arbeiðir
uttan steðg. Hon droymir um grønar ongir, sólina og mammuna. Hon
er lin og móð. Arbeiðsdagurin er langur. Hon byrjar at arbeiða tíðliga
um morgunin og arbeiðir, til kvøldið kemur. Um kvøldið leggur hon
seg at sova í einum rúmi saman við nógvum øðrum børnum. Tey eiga
ongar sengur at sova í, men sova á gólvinum.
Prát
• Hvør munur er á søgunum?
Lærarin skrivar uppskotini á talvuna. Kann setast upp summót­setning­ar.
Ymisk lív
Næmingarnir býta síðuna í tvey. Teir skriva øðrumegin Elsa og Rói og
hinu­megin Yasmin. Teir skriva mótsetningarnar í søgunum í logg­bók­
ina.
Prát
• Hvørji rættindi verða brotin í søguni?
• Hvat kann verða gjørt við tað?
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!