Page 75 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
73
Anna Frank
22. tími
Vert at vita
Heimurin er samansettur av ymiskum londum, mentanum og sið­venj­
um. Mong menniskju liva í einum landi, har tey ikki verða góðtikin,
ella har tey verða atsøkt. Ofta fara fólk illa við minnilutum, tí teimum
kanska ikki dáma átrúnað, mál ella livihátt teirra, sjálvt um tey ikki
kenna tey. Tá menniskju eru fyri órætti, tí tey eru øðrvísi, verður sagt,
at tey eru fyri mannamuni.
Mannamunur kann hava ræðuligar fylgir fyri menniskju. Øll menn­
iskju kenna til kensluna av ikki at dáma onkran. Tó eigur ikki at vera
góð­tikið, at tey verða illa viðfarin, tí tey eru øðrvísi. Um fólk ikki verða
vird fyri tað tey eru, t.d. fyri húðarlit, átrúnað ella teirra mentanar­ligu
bak­grund, kann hetta fáa avleiðingar. Hesi grundleggjandi eyð­kenni
eiga ikki at avgera, hvussu menniskju verða viðfarin, ella hvørji rættindi
tey hava.
Nasistarnir stýrdu Týsklandi frá 1933 til 1945. Hesa tíðina stóðu teir
fyri ræðuligastu týningini av jødum nakrantíð. Nasistarnir hat­aðu
hendan týska minnilutabólk, sum livdi í Týsklandi og londunum, sum
Týsk­land hevði hertikið undir 2. heimsbardaga. Serliga fingu jødarnir
skuld­ina fyri fíggjarliga niðurgongd í Týsklandi. Nasileiðarin Adolf
Hitler byrjaði miðvíst at seta týska fólkið upp ímóti jødunum. Hann
skilti jødarnir út, tí teir sýntust øðrvísi bæði í átrúnaði og rasu. Soleiðis
vildu nasistarnir útrudda allar jødar í Evropa. Fleiri milliónir jødar vóru
týnd­ir. Hetta verður nevnt „Holocaust“.
Við krígslok varð fimtan ára gamla Anna Frank, saman við familja síni,
handtikin í Amsterdam. Tey høvdu tá goymt seg fyri nasistunum í eini
íbúð við fjaldari inngongd. Í tvey ár kundi hon ikki fara út, renna,
Barnarættind i