Page 76 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
74
rópa ella f lenna hart. Í staðin skrivaði hon um tankar og kenslur sínar
í dagbók, sum nú er kend um allan heim. Hon skrivar til sín sjálvs og
nevn­ir seg „Kitty“.
Minni enn eitt ár eftir handtøkuna, doyði Anna Frank í fangaleguni
Bergen-Belsen.
Sangur: „Fyri allar gávur lær at siga takk“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Hvat merkir tað at vera øðrvísi?
• Verða fólk, sum eru øðrvísi, góðtikin?
Anna Frank
Øll tey jødisku børnini vóru savnað í skúlahøllini, tá ið skúlaárið end­
aði. Skúlastjórin tók orðið: „Eg eri bangin fyri, at tit ikki kunnu koma
aftur í henda skúlan komandi skúlaár“, byrjaði hon og vríggjaði hendur.
„Nasistarnir hava gjørt eina nýggja lóg. Jødisk børn sleppa ikki longur
at ganga í skúla saman við øðrum børnum“.
Anna skar út úr at gráta. Henni dámdi so væl henda skúlan. Hví
slapp hon ikki at ganga her meir? Hon hevði nógvar vinir, sum ikki
vóru jødar, og nú slapp hon ikki longur at síggja teir.
Foreldrini Otto og Edith royndu at ugga hana, tá ið hon kom heim.
„Tú og Margot fara at ganga í einum jødiskum skúla,“ segði mamman.
„Tað er so langt burturi!“ græt Anna. „Eg veit, eg veit,“ segði mamman.
„Góðasta, stúr ikki. Vit mugu royna at liva sum frægast.“
Sjálvt kæru foreldur teirra kundu ikki steðga tí, sum nú fór fram. Ein
nýggj lóg afturat varð sett í gildi várið eftir. Allir jødar skuldu seyma
eina gula stjørnu í bringuna. Orðið „Jood“ stóð í stjørnuni. Tað merkir
jødi á niðurlendskum.
Prát
• Hvussu hevði tað verið um kríggj var í Føroyum?
• Ímyndið tykkum, at tit brádliga gjørdust fíggindar.
• Ímyndið tykkum, at rætturin til skúlagongd hjá næmingunum við
bláum eygum var tikin frá teimum.