Page 77 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
75
Lærarin lesur úr bókini:
Dagbókin hjá Annu Frank
Góða Kitty
Týsdagur 22. desember 1942
Tað frøddi bakhúsið, tá tíðindi bórust at øll fáa fjerðingspund av smøri
eyka til jólar. Í bløðunum stendur hálvt pund, men tað er bert til tær
hepnu sálir, ið fáa síni skamtanarkort frá statinum og ikki til jødar í
skjóli, tí tann høgi prísurin ger, at teir bara keypa fýra kort ólógliga
til átta fólk. Vit fara øll átta at baka okkurt við smørinum. Eg havi í
morgun bakað smákøkur og tvær tertur. Tað er eitt øgiligt rok her uppi,
og mamma hevur noktað mær at gera heimaarbeiði ella at lesa, áðrenn
alt tað húsliga arbeiðið er gjørt.
Frú Van Daan liggur við sínum brotna rivjabeini í songini. Gremur
seg dagin langan, umbindingin skal skiftast í heilum, og hon er ongantíð
nøgd. Eg skal vera fegin, tá hon einaferð kemur á føtur aftur og fær
ansað sær sjálvari, tí eitt má vera sagt um hana, hon er einastandandi
arbeiðssom og ruddilig, og tá hon kropsliga og sálarliga er væl fyri eisini
stuttlig.
Sum um eg ikki hoyri hússj hússj nóg ofta dagin langan, tí eg altíð
„larmi“ ov illa, so hevur harra rúmfelagi nú fingið tað hugskot at rópa
hússj eftir mær alla náttina. Eg skal sambært honum ikki eingang venda
mær í seingini. Eg nokti at lurta eftir hesum, og næstu ferð rópi eg bara
hússj aftur.
Fyri hvønn dag, ið fer, verður hann bara sjálvglaðari og meira troytt­
andi. Av smákakunum, sum hann lovaði mær, havi eg ikki sæð eina
einastu, síðan ta fyrstu vikuna. Serliga sunnumorgnar ger hann meg
svakan, tá hann heilt tíðliga tendrar ljósið og fer at gera fimleik í tíggju
minuttir.
Tað kennist hjá mær sum tímar, tí stólarnir, sum seingin hjá mær er
longd við, f lyta seg alla tíðina aftur og fram undir mínum svøvntunga
høvdi. Tá hann hevur endað sín fimleik við sínum ógvusligu arms­
sveiggj­um, byrjar harrin at snáka sær.
Undirbuksirnar hanga á knagganum, so fyrst má hann haryvir og so
yvir aftur. Taskan liggur á borðinum, enn einaferð skumpandi og stoyt­
andi fram við stólunum og so yvir aftur.
Men lat meg ikki uppihalda tær við at gremja meg um gamlar,
tápuligar menn, tað verður tað kortini ikki betur av, og allar mínar
hevndar­ætlan­ir, so sum at skrúva peruna leysa, steingja hurðina, goyma
klæðini, noyðist eg tíverri at lata vera við fyri húsfriðin skyld.
Á, sum eg verði skilagóð! Alt má verða gjørt á skilabesta hátt her, lesa
uppá, lurta, halda munn, hjálpa, vera fitt, fyrigeva og hvat veit eg! Eg