Page 79 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
77
Trúarfrælsi
23. tími
Síða
Vert at vita
Granskarar eru ójavnir á máli um søguliga virði í Ápostlasøguni. Tó
halda f leiri granskarar, at Ápostlasøgan er eftirfarandi søgulig kelda,
sum lýsir gerandisdagin hjá teimum fyrstu kristnu.
Ápostlasøgan byrjar við søguni um Stefan, sum íðin boðaði kristna boð­
skapin, og sum ofta kjakaðist við mótstøðufólkini fyri at umvenda tey.
Í verjurøðu síni talaði Stefan fyri ráðnum um jødarnar og søgu teirra.
Ráðið var tá hægsti myndugleiki hjá jødunum. Sambært Josephus og
øðrum vóru 71 limir í ráðnum. Teir, ið høvdu mest at siga í ráðnum,
vóru teir leiðandi prestarnir. Fariseararnir hildu jødisku lógirnar út í
æsir. Skriftlærdir vóru eisini í ráðnum, teir skrivaðu nógv og granskaðu
lógir­nar. Ráðið hevði vald bæði at døma, revsa og seta jødar í fangahús.
At døma jødar til deyða høvdu bara rómverjar heimild til.
Um hesar tríggjar bólkarnar er at siga:
• Farisearar: Hóast summir farisearar vóru prestar, vóru f lestu teirra
ikki. Teir løgdu dent á bæði Toraina og eisini siðvenjuna hjá ættar­
fedr­unum. Teir løgdu stóran dent á, at halda seg reinan og gingu tí
høgt upp í boðini og reglugerðirnar í siðvenjuni. Teir høvdu ikki líka
nógv vald sum jødiska elitan í Jerúsalem, og búði oftani ikki í makt­
miðdeplunum men úti um landið.
• Saddukearar: Nógvir saddukearar vóru leiðandi prestar, men eisini
onnur úr aðalstættunum í Jerúsalem vóru saddukearar. Hóast teir
hildu fast við Toraina, hildu teir ikki siðvenjuna vera bindandi – og
trúðu teir m.a. ikki á eina likamliga uppreisn. Teir løgdu dent á trú­
Barnarættind i