Page 80 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
78
festi í tilbiðjanini í templinum. Teir vóru eisini sinnaðir at samstarva
við rómverjar.
• Skriftlærdir: Hetta vóru menn, sum vóru serkønir í jødisku skrift­
unum og siðvenjunum. Teir royndu at tulka tær rætt og undirvístu.
Teir komu frá ymsum stættum, summir vóru eisini prestar. Onkun­
tíð virkaðu teir eisini sum „løgfrøðingar“, har teir vóru við til at taka
avgerðir í rættarmálum. Onkrir skriftlærdir vóru eisini farisearar.
Mótstøðan móti teimum kristnu hevði tikið seg upp millum nakrar
jødar í Jerúsalem. Vitni ákærdu Stefan fyri gudsspottan, og hann var
tí steinaður til deyða. Stefan var tann fyrsti, sum doyði vegna kristnu
trúgv sína og var tískil fyrsti kristni pínslarvátturin. Av fyrstan tíð
merkti orðið martyr: „Vitni“, men av tí at so mong kristin vóru tikin av
døgum fyri trúgv sína, fekk orðið merkingina „ein, ið doyr fyri trúgv
sína“.
Eftir at Stefan var steinaður, f lýddu mong kristin úr Jerúsalem og
búsettu seg í Damaskus.
Annar jóladagur verður eisini nevndur Sankta Stefans dagur. Dagurin
er nevndur eftir Stefani. Stefan prædikaði gleðiboðskapin um Jesus
Kristus. Tann kristna kirkjan minnist Stefan annan jóladag fyri at vísa
á, at kristni boðskapurin vakti og vekir mótstøðu. Tað er ein háttur at
æra tey deyðu, sum settu lív sítt í vága vegna sína kristnu trúgv.
Ein av áskoðarunum, sum sá, at Stefan varð steinaður til deyða, var
tann ungi jødin, Saul, sum seinni fekk navnið Paulus. Í Ápostlasøguni
7,58 stendur: „Og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann.
Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni,
sum æt Saul.“ Og víðari stendur, at Saul hevði góðan hugnað í lívláti
hansara.
Sangur: „So ymisk og tó“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Stefan steinaður
– Ápostlasøgan 6-8
Eftir at Jesus var farin upp til himmals, vóru tað mong, sum gjørdust
lærusveinar. Ein av teimum var Stefan, sum var ógvuliga íðin fyri sína
trúgv. Hann gjørdi stór undur, og fólk lurtaðu eftir honum. Jødarnir
fingu ikki Stefan at tiga, og tað østi teir. Teir fingu tí fólk at lúgva um
Stefan. Teir søgdu fólkinum, at Stefan talaði ímóti Gudi og Mósesi.
Soleiðis østu teir fólkið, teir elstu og teir skriftlærdu. Hóast Stefan visti,
hvat fólk hildu um hann, segði hann einki.