79
Ein dagin komu teir eftir Stefani og drógu hann fyri ráðið. Í ráðnum
spurdu teir hann: „Er tað satt, at tú talar ímóti tí, vit trúgva?“ Stefan
greiddi teimum frá tí, Gud ætlaði við teimum. Men teir vildu ikki lurta.
Stefan segði: „Sannleiki er, at tit hava svikið og dripið Jesus!“ Tá gjørd
ust teir ógvuliga illir, tað stakk teir í hjørtuni og teir gríslaðu tenn.
Stefan helt fram at tosa, hugdi upp ímóti himli og segði: „Nú síggi eg
himlarnar opnar og menniskjasonin standa við høgru hond Guds!“
Tá róptu teir hart, hildu fyri oyruni, lupu allir á hann, tóku hann
út um býin og steinaðu hann. Tá segði Stefan: „Faðir, tak ímóti anda
mínum!“ Hann datt niður, og áðrenn hann doyði, bað hann Gud
fyrigeva teimum, tað teir gjørdu.
Vert at hava í huga
Søgan um Stefan er um, hvussu hann líður og doyr fyri trúgv sína.
Trúgvin hevði ræðuligar fylgir, tí hann var jú steinaður til deyða. Evnið
í hesum partinum er um, hvussu týdningarmikið tað er, at lóggávan
borgar fyri trúarfrælsi.
Prát
• Hví varð Stefan steinaður?
• Trúarfrælsi, hvat merkir tað?
• Hava vit trúarfrælsi í Føroyum?
• Hvør grein í sáttmálanum um barnarættindi lýsir rættin at trúgva tí
vit vilja? (Sí næmingabók síðu 38 og 39).
Rættindi og frælsi
Næmingarnir fáa myndina av Stefan, sum verður steinaður, sí avrit
aftast í bókini. Teir klippa myndina út og líma hana í loggbókina.
Næmingarnir fáa grein 5 í mannarættindasáttmálanum: „Ongin hevur
rætt at skaða okkum ella at pína okkum“, sí avrit aftast í bókini. Teir
klippa og líma hana saman við myndini í loggbókina.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!