80
Barnarættindi í skúlanum
24. tími
Vert at vita
Sí
vert at vita
til 19. tíma um barnarættindi.
Barnarættindasáttmálin er eitt hent amboð, tá ið hugsað verður um lóg,
rættartrygd og tílíkt. Tað, at vera góður og rættur ímóti hvør øðrum,
snýr seg ikki bara um stórar sáttmálar, stór evni og torførar umstøður í
mongum londum, men eisini um gerandislívið hjá næmingum í skúla
num.
Á baksíðuni á bókini „Pápi Tyngdlyftarin“ stendur at lesa um bókina:
„Ata er so glað, at hon eigur Pápa Tyngdlyftaran, tí í skúlanum slepp
ur hon ikki uppí at hoppa band, hinar genturnar halda bara, at hon er
strævin. Ein dagin kemur Kemira at ganga í f lokkinum, og Ata sleppur
at uppliva tað herliga við at fáa eina rættiliga vinkonu.“
Sangur: „So ymisk og tó“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Pápi tyngdlyftaran
– brot úr bók eftir Linu Lundh
Fallut einglahár og nasablóð
Í skúlagarðinum beri eg eyga við Miro og Hampus. Teir sparka bólt.
Skúlatænarin hevur sperrað fótbóltsvøllin av við reyðum plastbondum,
tí hann hevur sáðað nýtt gras har. Og lærarinnan hevur sagt, at vit
undir ongum umstøðum sleppa at vera innan fyri tey reyðu bondini.
Tað leggja Miro og Hampus onki í. Teir sparka altíð fótbólt. Enntá
í vetur tá nógvur kavi var, sparkaðu teir. Viðhvørt sleppi eg uppí at
standa í mál. Eg helt málið reint tríggjar dystir síðstu viku.
Barnarættind i