81
„Vilt tú sparka við?“ rópar Miro og veittrar.
„Nei,“ rópi eg og veittri aftur.
Í dag vil eg ikki sparka bólt. Í dag vil eg hoppa band.
Eg renni fram við fótbóltsvøllinum, klatristativinum og heygnum við
tí buglutu skreiðibreytini. So síggi eg Idu og Annu. Tær hava bundið
annan endan av tí langa hoppibandinum í eitt takrennurør. Ida vindur.
Anna hoppar, so tað falluta einglahárið f lýgur.
„Hey,“ sigi eg.
Tær siga ikki hey við meg. Eg taki ryggsekkin av og hoppibandið
uppúr og fari at hoppa einsamøll. Eg hoppi á einum beini í senn, og við
ørmunum í kross, og aftureftir og dupult. Men Ida heldur bara fram
at vinda, og Anna heldur bara fram at hoppa Stavraðið. Tær gnisa og
spyrja ikki, um eg vil uppí. Eg royni at hoppa trídupult, men tá f løkist
eg í tí, og tað er ikki stuttligt at hoppa einsamøll meira. Eg fari yvir og
stilli meg við síðuna av Idu.
„Kann eg sleppa uppí?“
„Nahei,“ sigur hon uttan at hyggja at mær og vindur víðari.
„Hví ikki tað?“ spyrji eg. Tí í dag havi eg fallut einglahár, ná.
Ida svarar ikki. Og Anna hoppar og sussar „G H I J K …“
„Hví sleppi eg ikki uppí?
„Tí,“ sigur Ida, framvegis uttan at hyggja at mær.
Eg hugsi, at tær helst ikki hava sæð falluta einglahárið enn, og eg risti
við høvdinum, so einglapurlurnar hoppa og dansa.
Tá gevst Anna at hoppa.
„Skrubba av, Ata-Frata!“ sigur hon og brettir sær á við falluta eingla
hárinum, sum er nógv styttri enn mítt, tá tað kemur til stykkis.
Eg sparki eftir Annu. Ata-Frata er tað ljótasta, eg veit.
„Halt uppat.“ Anna f lytur seg burtur frá mær. „Tú sleppur ikki uppí.
Skrubba av!“
„Men í dag havi eg fallut einglahár, ná,“ geyli eg. Tí nú eri eg móð av,
at tær ikki síggja tað.
„Tað síggja vit væl,“ sigur Ida og fettir sær á við øgiliga síða, falluta
einglahárinum, sum røkkur heilt niður á rumpuna. „Men tú ert ikki
í niðurdeili. Og øll, sum vilja uppí at hoppa band, mugu vera í niður
deili.“
Hon snarar eina ferð runt í sínum lilla klokkuskjúrti, so tað fer beint
úteftir. Og Anna snarar eina ferð runt í sínum hvíta klokkuskjúrti, so
tað eisini fer beint úteftir.
Eg eri í vanligum bláum cowboybuksum.
„Men í seinastu viku segði tú, at øll, sum hava fallut einglahár, sleppa
uppí, ná,“ sigi eg og skumpi undir økslina á Idu.
„Nem ikki við meg,“ froysir hon og f lytir seg eisini burtur frá mær.
„Men í seinastu viku …“ byrji eg aftur.
„Tað eru nýggjar reglur hesa vikuna, at tú veitst tað,“ brýtur Ida meg
av.