Page 84 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
82
„Harafturat klandrast tú altíð,“ sigur Anna. „Og klandrivætti sleppa
ikki uppí.“
So skifta tær pláss, og Anna vindur hoppibandið, og Ida hoppar og
sussar „A Á B D …“
Eg verði standandi. Tí eg vil uppí at hoppa band. Knappliga gloymir
Ida at hoppa G, og hoppibandið steðgar undir skónum á henni.
„Tað er tín skyld, Ata Frata.“ Hon vendir sær á og gløir at mær. „Tú
gert fortreð!“
„Eg geri yvirhøvur ikki fortreð,“ sigi eg. Tí eg standi pinnastill og
havi slett onki sagt.
„Jú. Tú og títt bláa hoppiband gera fortreð,“ sigur Ida.
Eg haldi fast um bláa hoppibandið og fati ikki, hvat Ida meinar við.
Ida vendir eygunum uppeftir.
„Tað vita øll væl, blátt er dreingjalitur.“
So gnisa hon og Anna øgiliga nógv og fara at syngja „Ata-Frata er ein
drongur, Ata-Frata er ein drongur…“
Tá blívi eg ill. Eg fari at snúra runt við hoppibandinum hjá mær.
Eg snúri skjótari og skjótari, og alt verðuróklárt. Tí í dag havi eg fallut
einglahár, ná, og Ata-Frata er tað ljótasta, eg veit, og blátt er aldeilis
ongin dreingjalitur, og knappliga hoyrist eitt gresjiljóð, tá handtakið á
hoppi­bandinum slær ímóti onkrum.
Eg gevist at snúra og royni at standa still og síggja, hvør tað er, sum ýlir
so hart, at eg fái ilt í oyruni. Men alt melur, og eg verði skumpað í ryggin
og detti og missi bláa hoppibandið og skursli hendurnar á safalt­inum.
Tá alt endiliga heldur uppat at mala, síggi eg nøsina á Annu. Tað
renn­ur blóð úr henni. Nógv blóð. Niður á tað hvíta klokkuskjúrtið
renn­ur tað, og reyðir dropar eru eisini komnir í tað falluta einglahárið.
„Tað var Ata. Ata gjørdi tað!“ gnístir Ida móti øllum, sum eru komin
stór­leypandi at vita, hvat ið er hent. So spýtir hon eftir mær. Spýttið
kemur á løriftskógvin. Eg turki tað av við hondini, og tá kemur blóð á
skógvin.
„Eg bløði eisini, at tit vita tað,“ sigi eg og rætti eyrutu og blóðutu
lógv­ar­nar fram. Men ongin hyggur. Øll eru longu farin av stað við Ann
til lærararúmið at slatra fyri lærarinnuni. Øll uttan Miro og Hampus,
sum halda fram at sparka fótbólt.
Prát
• Hvat er gott og ringt í søguni?
• Verða rættindini brotin? Hvørji? Teir hyggja at síðu 38 og 39 í næm­
inga­bókini.
• Hvør brýtur hesi rættindi?
• Kundi hetta verið loyst á annan hátt?
• Hvussu eru tit sum næmingar ímóti hvørjum øðrum?
• Kunnu tit loyva tykkum at vera sum „Ida“ og „Anna“?
• Á hvønn hátt kunnu tit siga „nei, eg tími ikki“?