84
Barnarættindi í fokshølinum
25. tími
Vert at vita
Umhvørvið í skúlanum hevur stóran týdning fyri, um næmingarnir
skulu skilja rættindi og ábyrgd hjá hvør øðrum. Næmingarnir læra at
virða onnur, og eiga eisini at fáa virðing í f lokkinum. Teir læra um
ábyrgd og tí eisini at taka ábyrgd í gerandisdegnum í skúlanum. Teir
læra um tolsemi og at vísa tolsemi í skúlanum. Floksumhvørvið eigur at
leggja upp til, at rúm er fyri teirra hugsan og ávirkan.
Sangur: „So ymisk og tó“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Hugarok
Lærarin skrivar uppskotini á talvuna
• Hvussu tryggja vit, at øll í f lokkinum verða rættvíst viðfarin?
Barnaættindi í 3. fokki
Næmingarnir vera býttir í smáar bólkar. Teir tosa um, hvat teir ynskja
skal mynda f lokkin út frá hugarokinum. Tá øll møtast aftur, skulu teir
í felag orða eitt skjal, sum skal vera galdandi í f lokkinum.
Næmingarnir fáa hvør sítt kartong at tekna hond sína á. Síðan klippa teir
hondina út. Hendurnar verða límaðar sum ramma á eitt stórt kartong,
har rættindini í f lokkinum, sum næmingarnir hava gjørt í felag, verða
skrivað á.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!
Barnarættind i