Page 87 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
85
Ljósið
26. tími
Vert at vita
Ljósið hevur altíð havt stóran týdning fyri menniskjuni. Jólini eru há­
tíðin, tá ið kristin gleðast um ljósið, sum kom við Jesusi. Fyrr eins og
nú verða ljós tendrað bæði inni og úti, sum skal minna á jólini. Robert
Joensen skrivar um jólini fyrr: „Í summum kirkjubygdum fóru tey tvær
ferðir í kirkju fyrsta jóladag. Seinnu ferðina fóru tey eftir ljósatendring,
og tá blivu øll ljósini í kirkjuni tendrað, á altarinum, við stólarnar, í
ljósa­krúnuni og í vindeygum. Fyri barnaeygum í hini tíðini, tá ljós
mátti nýtast sum minst, tyktist kirkjan at vera eitt satt himmiríki, so
ljós og livandi hon sýndi seg. Børnini gleddu seg almikið til hetta kvøld,
og tey, sum fara kundu, sluppu í kirkju. – Tað var løta, sum barnið
aldrin gloymdi.“
Í Bíbliuni er nógv skrivað um ljós. Í 1. Mósebók 1,3 - 5 segði Gud: „Verði
ljós!“ Og tað varð ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið
frá myrkrinum, og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt.
Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – fyrsti dagur.“ Soleiðis kom
ljós­ið inn í heimin, men ljós er tó ikki bara heiti á einum evnafrøðiligum
fyribrigdi, men hevur stóran týdning sum ímynd í kristindóminum. Tá
Gud segði: „Verði ljós!“, er ljósið tað fyrsta, sum Gud sær er gott. Ljósið
er tí mótsetningur til kaos ella einki og er fyritreyt fyri lívi.
Í Bíbliuni verður ljósið brúkt á ymiskan hátt:
Gud er ljós
„Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs
míns vernd, hvønn skal eg ræðast?“
Sálmur 27,1