86
„Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós, og ljós skal lýsa
yvir teimum, sum sita í deyðaskuggans landi.“
Jesaia 9,2
Orð Guds er ljós
„Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.“
Sálmur 119,105
„Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar.“
Sálmur 119,130
Jesus er ljósið, sum kom inn í myrka heimin
„Eg eri ljós heimsins. Tann, sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri
num, men hava lívsins ljós.“
Jóhannes 8,12
Menniskjuni eru ljós
„Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á
fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið,
men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. Soleiðis
lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra
faðir tykkara, sum er á himni.“
Matteus 5,14-16
Næmingarnir fara at hoyra brot út bókini „Jólagátan“. „Tað var í ským
ingini. Ljósini í teimum jólaskrýddu handilsgluggunum vóru tendrað,
og kavaf lykrurnar dansaðu um gøtuljósini … “ Her byrjar jólagátan hjá
Joakim. Í einum forfjónaðum bókhandli finnur hann ein jólakalend
ara, og í honum fylgist hann við Elisabet á ferð hennara til Betlehem.
Tað er ein ferð ígjøgnum Evropa og Lítlaásia, men tað er eisini ein ferð
ígjøgnum søguna. Søgan „Jesusbarnið“ stendur í seinastu lúku, sum
Joakim letur upp sjálvan 24. desember.
Sangur: „Tað lítla ljós eg fekk“ av f løguni
Vinir mínir eg eg.
Prát
• Hvat er ljós?
• Nær tendra vit ljós?
• Hvar tendra tit ljós?
• Hvønn týdning hevur tað at tendra ljós?