Page 89 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
87
Jólagátan
– brot úr bókini: Jesusbarnið
Vit eru mitt í verðini, ímillum Evropa, Ásia og Afrika. Og vit eru eisini
mitt í søguni, tá ið okkara tíðarrokning tekur við. Um eina løtu eru vit
mitt í náttini.
Ein friðarligur skari sníkir seg ímillum húsini í Betlehem. Tað er eitt
lítið fylgið við sjey seyðum, fýra hirðum, fimm Harrans einglum, trim­
um heilag­um kongum, einum rómverskum keisara, landshøvdinganum
undir Norðurpólinum.
Úr vindeyganum úr nøkrum av húsunum streymar eitt kámt ljós frá
olju­lampum, sum ikki eru sløktar enn. Men f lest øll í gamla býnum
eru løgst.
Ein av vísmonnunum peikar upp á himmalin, har stjørnurnar glampa
í náttini. Tær eru sum neistar úr einum báli langt burturi.
Ein stjørna lýsir bjartari enn allar hinar tilsamans. Tað sær eisini út,
sum um hon stendur lægri á himmalinum.
Eingilin Argiel vendir sær móti hinum, setur fingurin fyri munnin
og teskar, teskar:
– Hyssj … hyssj…
Pílagrímsfylgið fer ljódliga til eitt av gistingarhúsunum í býnum.
Í eitt sekund ella tvey, sæst verturin í vindeyganum. Tá ið hann sær
skaran uttanfyri, nikkar hann avgjørdur og peikar á hellið í fjallinum.
Eingilin Efiriel teskar okkurt, sum ljóðar sum eitt gamalt vers:
– „Og meðan tey vóru har, kom løtan, tá ið hon skuldi eiga son sín,
tann fyrstafødda, reivaði hon hann og legði hann í eina krubbu, tí rúm
var ikki fyri teimum á gistingarhúsinum“.
Tey fóru spakuliga um túnið og steðgaðu framman fyri helli­num.
Dreymurin segði teimum, at har var eitt fjós.
Brádliga hoyrdist barnagrátur í kvirruni.
Tað hendir nú. Tað hendir í einum fjósi í Betlehem.
Uppi yvir fjósinum blunkar ein stjørna. Í fjósinum verður tað lítla
barnið reivað og lagt í eina krubbu.
Himmal og jørð møtast. Tí barnið í krubbuni er eisini ein neisti út tí
stóra bálinum aftan fyri tey veiku ljósini á himmalinum.
Soleiðis er undrið. Soleiðis er tað eitt undur, hvørja einastu ferð eitt
nýtt menniskjabarn verður føtt.
Ein kvinna andar djúpan og grætur. Tað er ikki ein eymkiligur grát­ur,
men ein stillur, djúpur og lukkuligur grátur. Men barnagráturin hoyr­
ist framum. Jesus er føddur. Hann er føddur í einum ljósi í Betlehem.
Hann er komin niður á okkara neyðars jørð.
Eingilin Efiriel vendir sær hátíðarliga móti hinum pílagrímunum og
sigur:
– Tykkum er í dag ein frelsari føddur í Dávids staði.
Augustus keisari nikkar: