88
– Og nú eru tað vit. Øll fara hagar tey skulu vera og minnast sín
leiklut. Vit hava vant í næstan 2000 ár.
Kvirinius fær tekin frá keisaranum um at taka orðið:
„Hirðar! Farið við fylginum út á markina og minnst altíð til at vera
góðir hirðar. Vísmenn! Farið út í oyðimørkina, hvør á sínum kameli.
Gævi tit ongantíð gevast at týða himmalsins stjørnur. Einglar! Flúgvið
upp um skýggini, allir samlir, Vísið tykkum ikki fyri menniskjum,
uttan tá ið tað er neyðugt og minnist altíð til at siga „óttist ikki“. Tí nú
er Jesus føddur.
Í næstu løtu vóru allir hirðarnir, seyðirnir, einglarnir og vísmenninir
horvnir. Elisabet var einsamøll eftir saman við Kviriniusi og Augustusi
keisara.
– Eg má skunda mær heim til Damaskus, segði Kvirinius. – Tí eg
havi ein týðandi leiklut har.
– Og eg má fara heim til Róm, segði Augustus. – Tað er mín leiklutur.
Áðrenn teir fóru, hugdi Elisabet upp á teir báðar. Hon peikaði á fjós
ið og spurdi:
– Halda tit, at eg kann fara inn?
Keisarin smíltist:
– Sjálvandi skalt tú fara inn. Tað er tín leiklutur.
Kvirinius nikkaði íðin:
– Tú ert ikki komin alla hesa longu leið at standa her og bína.
Við hesum orðum fóru rómverjarnir avstað aftur sama veg, teir vóru
komnir.
Elisabet hugdi upp á stjørnuhimmalin. Hon mátti leggja høvdið heilt
afturav at síggja ta stóru stjørnuna, sum skein so bjørt. Aftur hoyrdist
barnagrátur.
So fór hon inn í fjósið.
Ljósið
Næmingarnir fáa mynd av einum kertuljósi, sí avrit aftast í bókini. Teir
lita, klippa út og líma tað í loggbókina. Síðani fáa teir ymisk skriftstøð
um ljós, sí avrit aftast í bókini. Teir klippa út og líma tey í loggbókina
saman við kertuljósinum.
Til komandi tíma
Næmingarnir skulu hava hvør sítt kertuljós og ljósastaka við í skúla.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!