Page 91 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
89
Lusia
27. tími
Vert at vita
Ein av útlendsku siðunum, sum í dag er rættiliga vanligur á jólum, er
Lusiagongd. Tá lata gentur seg í hvít klæði og binda silkiband um miðj­
una. Fremst gongur Lusia við ljóskransi á høvdinum, og aftan fyri hana
ganga børn við ljósi í hondini syngjandi:
Á myrka vetrarnátt kertur vit bera,
hevja á hondum hátt, bjart skal tað vera.
Ljósið tað lýsir á gøturnar greiðar,
Gudi tað heilsar frá: alt er til reiðar.
Boðskap vit bera við,
boðskap um jólafrið.
Sankta Lusia, Sankta Lusia.
Myrkrið nú vikna má, náttin hon víki.
Sum tað var boðað frá, kemur Guds ríki.
Ljósið á jørð tók búgv, eftir Guds ráði,
dýrd hansar`sóu vit, fulla av náði.
Boðskap vit bera við,
boðskap um jólafrið.
Sankta Lusia, Sankta Lusia.
Hesin siður kemur frá Lusiadegnum, sum er 13. desember. Til um mið
18. øld var 13. desember hildin at vera stytsti dagur. Dagurin varð há­
tíðar­hildin við ljósi myrkastu tíðina á árinum. Hetta var samstundis
eisini tíðin, tá ið fór at ganga móti ljósari tíðum. Dagurin verður í dag
hildin í f leiri kirkjum, samkomuhúsumm, barnagørðum og skúlum.
Halgisøgan um Lusiu byrjar í ár 283 í býnum Syrakus á Sisilia.