90
Sangur: „Á myrku vetrarnátt“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Uppgáva
Næmingarnir tendra kertuljós og syngja sangin „Á myrku vetrarnátt“.
Lusia
Lusia varð fødd inn í eina ríka og væl umtókta familju, og framtíðin sá
bjørt út. Lusia var fødd í Sisilia, og tá kundi tey ikki siga, at tey vóru
kristin. Um ein kristin varð klagaður til myndugleikarnar, fingu tey
fyrst møguleika at ofra til keisaran, men noktaðu tey, vóru tey pínd og
síðani avrættað.
Tí livdu f leiri kristin í loyndum. Tey goymdu trúgv sína ella fjaldu
seg í katakombunum. Tá hevði tað stóran týdning, at tey vistu, hvønn
tey kundu hava álit á, so tey kundu hjálpa øðrum kristnum og sjálvi
vera hjálpt.
Lusia var ein av teimum, sum hjálpti. Á nátt fór hon við mati til tey
kristnu í katakombunum. Fyri at finna veg í myrkrinum, bant hon ein
krans um høvdið og setti ljós í hann. Lusia livdi eitt vandamikið lív. Sá
onkur hana, fór hon vissuliga at vera dømd til deyða.
Einaferð fór Lusia til grannabýin, Catania.Mamma Lusiu var rættiliga
sjúk, og tí fór hon við dóttur síni til heilagu grøvina hjá Agathe. Har
bað Lusia fyri mammu síni og gav lyfti um, at um mamman gjørdist
frísk, skuldi hon gerast kristin og liva í einsemi. Tá tær komu heim
aftur, var mamma hennara vorðin frísk. Eftir hetta, gav Lusia alt hon
átti til fátøk og gleddist um hetta.
Familja hennara hevði valt Lusiu ein rómverskan mann, sum ikki var
kristin. Hann var ríkur, og hetta átti at verið gott fyri Lusiu. Men Lusia
vildi nú ikki giftast, tí hon hevði givið Gudi lyfti. Drongurin gjørdist
illur. Hann klagaði Lusiu.
Lusia varð dømd sek. Tá ið menn komu eftir henni at føra hana
avstað, stóð Lusia sum ein klettur, og eingin var førur fyri at f lyta hana.
Tí avgjørdu teir, at hon skuldi brennast har hon stóð. Tá hon lá á bál
inum, vildi eldurin ikki taka við. At enda varð Lusia dripin við svøri.
Hon doyði 13. desember í ár 304.
Lusia
Næmingarnir fáa mynd av Lusiu, sí avrit aftast í bókini. Teir lita, klippa
og líma myndina í loggbókina. Síðani endurgeva teir søguna um Lusiu.
Uppskot
Tey 10 ljósini, sí avritssíðu aftast í bókini.