Føroyskur skattarættur - page 205

205
- tøk samsýning fyri dótturfelags- ella samtakspartabrøv skattafrítt verður út­
goldin til felagspartaeigarar. Hetta er fyri at forða fyri, at skattskyldug søla av
fyritøkum o.a. ístaðin verður framd sum skattafrí kloyving.
- ræðið á innskjótandi felagnum er uttanlands.
9.4.1.2. Skattafrí kloyving uttan loyvi
Tá kloyving fer fram
uttan loyvi
, eru avmarkingar viðvíkjandi avhending av
partabrøvunum í eitt tíðarskeið á trý ár, roknað frá viðtøkuni av kloyvingini.
Henda avmarkingin, sum eisini verður nevnd
holdingkravið
, er einans gald­
andi fyri feløg, sum eftir kloyvingina eiga í minsta lagi 10% av partabrøv­
unum í einum av teimum feløgunum, sum luttóku í kloyvingini (t.v.s. bæði
innskjótandi og móttakandi feløg). Hví hendan avmarking er sett inn í lóg­
ina, tykist ógreitt, tí eitt trý ára mark finst ikki longur í føroyskari skatta­
lóggávu viðvíkjandi avhending av partapeningi.
Loyvt er tó at avhenda partabrøvini í trý ára tíðarskeiðinum, um hetta verður
gjørt í sambandi við
skattafría umskipan
uttan kontanta samsýning. Í tílíkum
førum verður upprunaliga trý ára bindingin flutt til tey partabrøv, sum verða
útvegað í sambandi við komandi umskipan(ir). Endamálið við undantakinum
er millum annað at tryggja møguleika fyri, at kloyving kann fara fram eftir
partabrævaumbýti – ella umvent.
Um ein felagsluttakari, sum eftir kloyvingina eigur partabrøv í einum av
luttakandi feløgunum, avhendar partabrøvini í einum av feløgunum, áðrenn
eitt tíðarskeið á trý ár er liðið, eftir at kloyvingin er samtykt, skal hann boða
TAKS frá hesum í seinasta lagi ein mánað eftir avhendingina.
Vert er at geva gætur, at ein avhending kann bæði verða sjálvboðin og tvungin.
Viðtøkubroytingar kunnu verða javnsettar við sølu/avhending, um tær
broyta lutfalsliga ognarbýtið og við hesum fíggjarligu rættindini millum
partaeigararnar, eitt nú broytt rættindi til vinningsbýti, lutfallið til vinnings­
býti ella tað at fastfrysta kursvirðið fyri ein part av partabrøvunum.
Virðið á tillutaðu partabrøvunum ella innskotsprógvunum við ískoyti av
møguligari tøkari javnandi samsýning skal samsvara við handilsvirðið á
fluttari ogn og skuld. Eisini skal lutfallið millum ogn og skuld, ið verður flutt
til móttakandi felagið, sansvara við lutfallið millum ogn og skuld í inn­
skjótandi felagnum. Haraftrat skal tøk samsýning ikki latast felagsluttakarum,
sum kunnu móttaka skattafrían vinning av partabrøvunum í innskjótandi
1...,195,196,197,198,199,200,201,202,203,204 206,207,208,209,210,211,212,213,214,215,...284
Powered by FlippingBook