Føroyskur skattarættur - page 195

195
195
reiðum peningi, ein vanlig søla viðvíkjandi virkinum hevði givið (handils­
virðið) við skattskylduga vinninginum frádrignum, og sum hevði verið
staðfest, um selt varð til triðja persón.
Hvør einstøk ogn verður gjørd upp fyri seg. Hesin mátin hevur við sær, at
ognir í flestum førum verða virðisásettar til skattligt bókað virði. Er úrslitið
av slíkari uppgerð, at skattliga virðið er hægri enn handilsvirðið, kann virðis­
ásetingin ikki verða hægri enn skattliga virðið. Mótrokning kann ikki verða
gjørd av latentum tapi við at avhenda ogn í latentum vinningi við at avhenda
eina aðra ogn.
Úrslitið av uppgerðini viðvíkjandi skattliga útveganarvirðinum á partabrøv­
unum/innskotsprógvum kann verða, at virðið gerst negativt. Sum dømi kann
hugsast ein støða, har skatturin av at selja virkið er hægri enn nettovirðið av
yvirfluttari/avhendari ogn og skuld. Avleiðingin av, at útveganarvirðið gerst
negativt, er, at realiseraður vinningur ella tap hjá eigaranum við seinni av­
hending av partabrøvunum/innskotsprógvum ávirkast samsvarandi. Hetta
kann sjálvsagt eisini ávirka skattleggingina eftir kapitalvinningsskattalógini.
Eigarar í slíkum vinnufeløgum, sum eru stovnað í sambandi við at umskipa
persónliga rikið vinnuvirki til vinnufelag, eru sum oftast sokallaðir
høvuðspartaeigarar. Tí kunnu skiftisreglurnar í kapitalvinningsskattalógini
fáa skattligan týdning, tá eigarar avhenda partabrøv/innskotsprógv í slíkum
feløgum.
Samsýningin fyri avhendingina (stovnaraáogn íroknað)
verður gjørd upp í met­
anarfrágreiðingini sambært partafelagslógunum og smápartafelagslógunum.
Stovnaraáognin, sum í mesta lagi kann vera 25% av samsýningini, kann eig­
arin taka út skattafrítt úr felagnum. Eftir § 5, stk. 2 er indeksregulering við­
víkjandi stovnaðaraágóða skattskyldug inntøka hjá eigaranum. Lógin sigur
einki um, hvussu slík regulering skal verða viðgjørd í felagnum. Men sannlíkt
er, at slík regulering kann verða løgd aftur at yvirtiknari ogn og skuld.
Goodwill (sum ikki er keypt) í sambandi við umskipanina er ikki skatt­
skyldug hjá eigara/avhendara, og felagið kann ikki gera skattligar avskriving­
ar av hesum, tí skattliga útveganarvirðið er 0 kr.
Lógin sigur einki, um eigarin t.d. kann skjóta inn eina skuld í felagið, men
varðveita ognarrættin til peningin, sum er lántur. Støða er ikki tikin til
spurningin í sambandi við kærustovnaviðgerð ella dómstólsviðgerð í Føroyum.
1...,185,186,187,188,189,190,191,192,193,194 196,197,198,199,200,201,202,203,204,205,...284
Powered by FlippingBook