Føroyskur skattarættur - page 193

193
undir vinnu hansara, verður felagið, tá tað selur ognarlutin, skattað eftir
teimum reglum, ið galda fyri tílík keyp. Hevur eigarin í sambandi við upp­
gerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøku sínari tíðarfest allar rentuinntøkur
og rentuútreiðslur, skal skattskylduga inntøka felagsins verða uppgjørd á
sama hátt. Endaliga er ásett, at vinningur ella tap av at selja ella innloysa
virðisbrøv, ið felagið tekur við eftir eigaran í sambandi við umskipanina, skal
verða viðgjørd eftir somu ásetingum, sum høvdu verið nýttar, um vinning­
urin ella tapið var realiserað hjá eigaranum.
Eftir § 8 kann
hall
sambært fíggjarstøðuni fyri seinasta roknskaparár hjá eig­
aranum
tó ikki verða drigið frá
í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inn-
tøkuni hjá felagnum.
Eigarin verður skattaður av realiseraðum vinningi, undir hesum eisini av
møguligari stovnaraáogn, um ella tá hann avhendir partabrøvini/innskots­
peningin.
Áðrenn eigarin tekur avgerð um, á hvønn hátt umskipanin skal verða framd,
er umráðandi, at hann gjølla hugsar um, um fyrimunur er at umskipa skatt­
skyldugt eftir skattalógini við teirri avleiðing, at hann verður skattlagdur av
realiseraðum vinningi og hægri útveganarvirði/avskrivingargrundarlag hjá
felagnum, ella skattafrítt eftir umskipanarlógini.
Hesar
treytir
skulu verða uppfyltar fyri at brúka umskipanarlógina:
1. Virki skal verða avhent til eitt
stovnað
70
partafelag ella smápartafelag,
sum skal verða skrásett í Føroyum. Hetta er ásett í § 21, stk. 4, 2. pkt. í
skattalógini. Ein umskipan eftir umskipanarlógini hevur tí altíð við sær,
at eigarin skal stovna eitt nýtt partafelag ella smápartafelag, sum skal
verða skrásett í Føroyum.
Tá ásett er, at virki skal verða avhent, merkir tað, at ein so stórur partur
av ognunum hjá eigaranum, verða avhendir, at til ber at halda fram við
virkseminum, sum higartil. Hinvegin ber t.d. til at lata ein virkisbygning
standa eftir sum persónlig ogn hjá eigaranum, um tað ikki nervar
virksemið, eitt nú, tí leiguavtala er gjørd millum felagið og eigaran um
framhaldandi at brúka bygningin.
2. Eigarin skal hava fulla skattskyldu til Føroya.
70 Hetta hevur
landsskattakærunevndin staðfest í avgerð frá 07.12.1999 (j. nr. 98S02-007)
.
1...,183,184,185,186,187,188,189,190,191,192 194,195,196,197,198,199,200,201,202,203,...284
Powered by FlippingBook