Føroyskur skattarættur - page 186

186
gjaldkomudegnum at rokna. Sama er fyri skuldskrivaða rentu, sum ikki kann
verða drigin frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni.
7.3.10. Skattur goldin í øðrum landi
Er eingin tvískattasáttmáli í gildi, og skattur tí er
goldin
øðrum landi av inn-
tøku haðan, annaðhvørt skatturin er beinleiðis álíknaður ella hildin aftur, kann
hann verða drigin frá í tí skatti, sum latin skal verða í Føroyum av hesi inntøku.
Avtøkan er eftir kredittháttinum, sum merkir, at frádrigin kann ikki verða
meira enn tann skattur, sum lutfalsliga fellur á ta inntøkuna skattað í øðrum
landi, og sum eisini er skattað í Føroyum. Frádrátturin kann tó ikki verða
hægri enn tann skattur, sum
er goldin
í hinum landinum.
7.3.11. Kæra
Avgerðir, sum TAKS hevur tikið eftir kapitalvinningsskattalógini, kunnu
verða kærdar til Skatta- og avgjaldskærunevndina innan 4 vikur frá tí degi,
skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kærumannagongdin eftir kapitalvinningsskattalógini fylgir so statt ikki
mannagongdini í skattalógini, har skipanin er, at kært skal verða til komm­
unalu skattakærunevndina. Avgerðir hjá henni kunnu síðan verða skotnar
inn fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina.
Skattgjaldari kann lata dómstólarnar viðgera avgerðir eftir kapitalvinnings-
skattalógini uttan fyrst at leggja málið fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina.
7.3.12. Skiftisreglur
Tá kapitalvinningsskattalógin kom í gildi 16. november í 2001, vóru skiftis­
reglur, sum ásettu, at tey virðisbrøv, sum vóru útvegað, fyri henda dag, skuldu
framvegis viðgerast eftir ásetingunum í virðisbrævaskattalógini, sum hevði
verið galdandi frammanundan. Tær ásettu m.a., at virðisbrævasøla var skatta­
frí, um eigarin hevði átt tey í trý ár, tó so, at var eigarin høvuðspartaeigari, var
sølan skattafrí aftaná tað, at hann hevði átt tey í 10 ár.
avgerðir (mál nr. 06-02-22-30, nr. 06-02-22-31 og nr. 07-02-22-29) hjá Skatta- og
avgjaldskærunevndini frá 13. juni í 2007 og (mál nr. 07-02-22-34, nr. 07-02-22-35
og nr. 07-02-22-36) frá 29. august í 2007
um, at tað at avhenda partabrøv, sum vóru
eldri enn 10 ár, til útgevandi felag, skuldi verða roknað sum útlutað vinningsbýti,
hóast kærararnir kravdu, at avhendingarnar komu undir tágaldandi skiftisreglu í §
27 í lógini. Avgerðirnar eru partvíst endurgivnar frammanfyri undir 7.3.2.1.1.
Avhending.
Við einari broyting í lógini í 2006 varð henda skattafrítøka avtikin, so av
1...,176,177,178,179,180,181,182,183,184,185 187,188,189,190,191,192,193,194,195,196,...284
Powered by FlippingBook