Føroyskur skattarættur - page 184

184
Partaeigararnir hava møguleika fyri at søkja TAKS um at sleppa undan skatt­
legging við at
søkja um loyvi til skattafrítt partabrævaumbýti
. Um skattafrælsið
eftir hetta skal varðveitast, skal tað mótvegis TAKS prógvast, at umbýtið og
avhendanin av partabrøvunum í útvegaða felagnum eru handilsliga grundað.
Fer skattafrí umskipan fram eftir, at skattafrítt partabrævaumbýti er framt,
heldur holdingkravið á í tíðarskeiðinum, sum eftir er, og er galdandi fyri felags­
luttakaran ávikavist luttakandi felagið ella feløgini í sambandi við umskipanina.
Tað áliggur útvegandi felagnum at lata TAKS upplýsingar um, at felagið
hevur luttikið í skattafríum umbýti uttan loyvi eins og TAKS eisini skal hava
fráboðan, um útvegandi felagið avhendar partabrøv í útvegaða felagnum,
áðrenn 3 ár eru liðin eftir partabrævumbýtið. Um holdingkravið orsakað av
seinni skattafríari umskipan í restini av tíðarskeiðinum, verður latið víðari til
felagsluttakaran ella luttakandi felagið ella feløgini í umskipanini, áliggur
fráboðanarskyldan hesum felagsluttakara ella luttakandi feløgum.
7.3.7. Skattur eftir kapitalvinningsskattalógini
7.3.7.1. Av vinningsbýti
Eftir § 15 hevur útlutandi eindin (løgfrøðiligi persónurin) skyldu til at
halda
aftur
skatt av vinningsbýti, sum útlutað verður. Í seinasta lagi 14 dagar eftir
tað, at
avgerðin um at
útluta er tikin, skal útlutarin rinda Toll- og skattstov­
uni peningin og leggja við
vinningsbýtisuppgerð
, sum vísir, hvussu skatturin er
roknaður, hvørjir einstaklingar og feløg o.o. fáa útlutað vinningsbýti, um tey
eru kend, og hvørji feløg o.o.
ikki
skulu rinda skatt, tí talan er um feløg o.o.
við fullari skattskyldu til Føroya, sum hava fingið vinningsbýti útlutað frá
einum felag e.tíl., sum tey eiga fult ella partvíst.
Av vinningsbýti, sum verður lutað út til einstaklingar, skulu verða hildin aft­
ur 35% (hækkað til 39% í 2010, 38% í 2011, 37% í 2012, 36% í 2013,
síðan aftur 35% í 2014 og eftirfylgjandi ár) og av vinningsbýti, sum verður
útlutað til feløg o.o., ið hava skyldu at rinda skatt av vinningsbýti, skulu 18%
verða hildin aftur.
Feløg o.o., ið hava skyldu at rinda skatt av slíkum vinningsbýti, eru tey, sum
hava avmarkaða skattskyldu til Føroya
umframt
tey feløg o.o., sum keypa
egin partabrøv o.a., og sum koma undir § 5.
Skattur skal tó ikki verða hildin aftur av vinningsbýti til partabrøv o.a., sum
útlutandi felagið o.o. sjálv eiga.
1...,174,175,176,177,178,179,180,181,182,183 185,186,187,188,189,190,191,192,193,194,...284
Powered by FlippingBook