Føroyskur skattarættur - page 176

176
grundregla verða viðgjørdar sum vinningsbýti. Tó kann Toll- og skattaráð
Føroya, sum nevnt frammanfyri, loyva, at viðgerðin fer fram eftir áseting­
unum um sølu og aðra avhending.
At lækka partapening kann verða gjørt við tað, at øll partabrøv verða áteknað
tað nýggja lægra virðið, ella at felagið keypir egin partabrøv og fær tey ógild­
að. Í seinna førinum skal útlutanin verða viðgjørd eftir § 5 um sølu til tað
felag, sum hevur givið partabrøvini út.
Verður partapeningurin niðurskrivaður, uttan at felagið keypir egin parta-
brøv, men við at hvørt partabræv verður áteknað eitt lægri virði, afturímóti at
partabrævaeigarin fær útlutað eina upphædd úr felagnum, verður øll tann
útlutaða upphæddin sum meginregla roknað sum vinningsbýti.
Toll- og skattaráð Føroya kann eftir umsókn loyva, at útlutanin verður við­
gjørd eftir reglunum um sølu og aðra avhending. Um slíkt loyvi fæst, verður
útlutanin roknað sum partvíst at avhenda partabrævið. Tann lutvísi parturin,
sum verður niðurskrivaður, er at rokna sum realiseraður. Vinningurin ella
tapið verður tá gjørt upp sum munurin millum útlutanina og tann lutvísa
partin av útveganarvirðinum fyri partabrøvini. Tá partabrævið seinni verður
selt, verður vinningur ella hall gjørt upp samsvarandi einum útveganarvirði,
sum er tann eftirverandi parturin av upprunaliga útveganarvirðinum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um kapitalvinningsskattalógina sigur
landsstýrið, at tá ið gjørt skal verða av, um undantaksloyvi skal verða givið,
skal dentur verða lagdur á, at útlutanin ikki bara er eitt alternativ til vanliga
at útluta vinningsbýti. Undantak skal tí bara verða givið, um niðurskrivingin
einans er grundað á felagsins vinnuligu viðurskifti, t.d. um felagið hevur
minkað virksemið, soleiðis at partapeningurin ikki longur svarar til veruliga
fíggjarliga virksemi felagsins. Vanliga skal vera talan um eina ávísa niður-
gongd í virkseminum og ikki bara broyttan rakstur. Tað verður gjørd ein
meting viðvíkjandi øllum umstøðum í málinum, har tað millum annað er
týdningarmikið, um lækkingin fer fram stutt eftir, at virksemið er minkað,
vanliga ikki longur enn 1 ár, um útlutanin á leið samsvarar við upphædd­
irnar, sum eru innkomnar við einari sølu, og um tað framvegis er munandi
virksemi í felagnum.
Tað er eisini ein treyt fyri at fáa undantaksloyvi, at lækkingin ávirkar
partaeigararnar lutfalsliga líka, soleiðis at sínámillumbýtið millum partaeigar­
arnar ikki verður broytt.
1...,166,167,168,169,170,171,172,173,174,175 177,178,179,180,181,182,183,184,185,186,...284
Powered by FlippingBook