Føroyskur skattarættur - page 166

166
Frípartabrøv, rættindi til frípartabrøv og tekningarrættindi, ið eru tillutað
(ókeypis), verða roknað fyri útvegað fyri 0 kr., og verða roknað fyri útvegað
samstundis sum móðurpartabrævið. Skal FIFO-meginreglan kunna verða
brúkt, er neyðugt at kunna staðfesta, nær partabrævið er útvegað.
Av tí, at útveganarvirðið á einum frípartabrævið er 0 kr., hevur tað at selja
partabrævið við sær, at allur sølupeningurin er vinningur. Verður ein til­
lutaður rættur til frípartabræv ella ein tillutaður tekningarrættur seldur,
áðrenn viðkomandi fær frípartabrævið ella teknar partabrævið, er allur sølu-
peningurin fyri hesar rættir vinningur.
Við virknaði frá 19. apríl í 2016 varð innsett í kapitalvinningsskattalógina
ein sonevnd
exit-regla
, sum hevur við sær, at fráflyting úr Føroyum er at sa-
manbera við eina avhending av virðisbrøvum, um kursvirðið fer upp um
100.000 kr. Partabrøv, sum hava negativt útveganarvirði, eitt nú í sambandi
við skattafría umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til kapitalfelag, eru
eisini fevnd av hesi áseting.
Persónur kann tó fáa skuldarfreist, tá ið hann skattliga gerst heimahoyrandi í
øðrum landi ímóti at veita bankatrygd fyri uppgjørda skattin. Aðrar treytir
eru eisini ásettar í §§ 2b - 2d.
7.3.2.1.2. At áseta útveganarupphædd
Útveganarupphæddin er tann uphædd, eigarin rindar fyri virðisbrævið; og
søluupphæddin er tann upphædd, eigarin fær fyri at selja virðisbrævið.
Tá ið partabrøv verða teknað, er útveganarvirðið tekningarupphæddin.
Hevur partabrævaeigarin goldið fyri at fáa ein tekningarrætt, er útveganarvi-
rðið fyri partabrævið tann upphædd, sum er goldin fyri rættin umframt
tekningarupphæddina. Er goldið fyri
ein rætt
til frípartabræv, skal henda
upphædd somuleiðis verða løgd aftur at útveganarvirðinum.
Stendur einum eigara í boði at tekna umbýtilig lánsbrøv, hevur tekningarrætt­
urin virði 0 kr. Selur hann tekningarrættin, er vinningurin søluvirðið minus
0 kr. Verður tað umbýtiliga lánsbrævið innfríað til pari, er eingin vinningur
ella tap. Verða umbýtilig lánsbrøv umbýtt til partabrøv ella innskotsprógv
o.a., hevur hetta ongan skattligan týdning. Útveganarvirðið fyri partabrævið
er tað sama sum fyri tað umbýtiliga lánsbrævið.
Er talan um skattafrítt at umskipa persónliga rikið vinnuvirki til partafelag
eftir umskipanarlógini, er útveganarvirðið á partabrævinum, sambært § 4,
stk. 2 í umskipanarlógini, tað skattliga virðið á ognum og skuld hjá virkinum
1...,156,157,158,159,160,161,162,163,164,165 167,168,169,170,171,172,173,174,175,176,...284
Powered by FlippingBook