Føroyskur skattarættur - page 164

164
frípartabrøv og tekningarrættindi. Hesi tekningarrættindi til virðisbrøv verða
eisini roknað sum aktiv, sum skulu verða viðgjørd eftir hesum punkti, hóast
slíkur tekningarrættur kann tykjast at líkjast einum keypsrætti, sum kemur
undir punkt 4.
Rættindi sum t.d. atkvøðurættur og annar rættur, sum stendst av at eiga
partabrøv, eru
ikki
aktiv, sum eru undir hesum punkti ella kapitalvinnings-
skattalógini.
Vinningur ella tap av virðisbrøvum, sum eru liður í eftirlønarskipanum, ið
eru undir rentutryggingarlógini, skulu
ikki verða tikin við í uppgerðina
viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini.
Inngjøld
og avkast av fíggjaraktivum í eftirlønarskipanum undir rentutryggingarlógini
verða ikki uppgjørd til skattingar, fyrr enn tey verða útgoldin. Sí gjøllari
seinni um rentutryggingarlógina.
7.3.2.1.1. Avhending
Lógin fevnir um at selja og aðra avhending viðvíkjandi virðisbrøvum. Í hes­
um liggur, at øll avhending er undir lógini, bæði sjálvboðin og tvungin
avhending. Viðtøkubroytingar kunnu verða javnsettar við sølu/avhending,
um tær broyta lutfalsliga ognarbýtið og við hesum fíggjarligu rættindini mi-
llum partaeigararnar, eitt nú broytt rættindi til vinningsbýti, lutfallið til vin-
ningsbýti ella tað at fastfrysta kursvirðið fyri ein part av partabrøvunum. Tá
líkningarvaldið skal meta um, um talan er um avhending í slíkum førum,
skal dentur verða lagdur á, hvussu munandi broytingin viðvíkjandi rættind­
um, ið fylgja partabrævinum, er. Jú størri broytingin er, tess størri orsøk er at
meta viðtøkubroytingina sum eina avhending.
Skatta- og avgjaldskærunevndin hevði 13. juni 2007 til viðgerðar trý kærumál (nr. 06-
02-22-30, nr.
06-02-22-31 og nr. 07-02-22-29),
har spurningurin var, um tað at
avhenda partabrøv til útgevandi felag skuldi verða mett sum útlutað vinningsbýti, so
sum líkningarvaldið kravdi, ella skuldu verða mett sum avhending, soleiðis sum
skattgjaldararnir vildu. Í øllum trimum málum høvdu verandi partaeigarar avhent
partabrøv, sum teir høvdu útvegað fyri 16. november 2001 og átt longur enn 10 ár í
avvarðandi feløgum. Við ávísing til tágaldandi skiftisreglu í § 27 í kapitalvinnings-
skattalógini kravdu teir tí, at avhendingarupphæddin skuldi vera skattafrí.
Líkningarvaldið hevði sýtt fyri at góðtaka, at talan var um veruligar avhendingar, tí
hóast talan um formliga at selja felagnum partabrøv, helt líkningarvaldið ikki, at
veruliga innihaldið í handlunum kundi verða javnmett við at selja ella avhenda, tá ið
1...,154,155,156,157,158,159,160,161,162,163 165,166,167,168,169,170,171,172,173,174,...284
Powered by FlippingBook