Føroyskur skattarættur - page 165

165
somu partaeigarar eftir søluna framvegis áttu alt partafelagið, øll inntøkuskapandi
rakstrargøgn íroknað.
Skatta- og avgjaldskærunevndin tók undir við hesum sjónarmiði. Hon helt,
at
dispositiónirnar kundu ikki skattliga verða viðgjørdar sum søla, tí tær høvdu ikki við sær
broytingar í ognarviðurskiftunum í feløgunum
. Nevndin staðfesti tí avgerðina, at talan
var um útlutan, sum vinningsbýtisavgjald skuldi verða rindað av.
Skatta- og avgjalds­
kærunevndin
hevur
29. august 2007 tikið avgerðir í trimum øðrum meinlíkum málum
(mál nr. 07-02-22-34, nr. 07-02-22-35 og nr. 07-02-22-36),
har avgerðirnar
hjá
líkningarvaldinum vórðu staðfestar við somu grundgevingum.
Føroya rættur
gav 14. juni í 2011 í meinlíkum máli skattgjaldarum viðhald í,
at avhendingarupphæddir av sølu (í 2003) av partabrøvum til útgevandi
felagið (egin partabrøv), sum skattgjaldararnir høvdu útvegað fyri 16. no-
vember 2001, og sum ikki vóru høvuðspartaeigarar, vóru skattafrí sambært
tágaldandi skiftisreglu í § 27 í kapitalvinningsskattalógini, og tí teir høvdu
átt tey longur enn trý ár.
Landsrætturin
staðfesti dómin og broytti sostatt
rættarstøðuna, sum var íkomin av hesum og seinni averðum hjá
Skatta- og
avgjaldskærunevndini
.
Vinningur ella tap, sum í árinum verða realiserað, skulu, sum longu nevnt,
gerast upp eftir § 14 í kapitalvinningsskattalógini. Tað hevur einki at siga
hvussu leingi, eigarin hevur átt virðisbrævið.
Uppgerðin fer fram eftir realisatiónsmeginregluni, sum hevur við sær, at
vinningur ikki er skattskyldugur, fyrr enn virðisbrævið er avhent, og at tap
ikki kann verða drigið frá, fyrr enn tað er staðfest við avhending. Fyri løgfrøð­
iligar persónar (feløg, grunnar o.a.) við fullari skattskyldu til Føroya er tann
avmarking galdandi fyri uppgerðina viðvíkjandi tapi eftir § 14, at frádráttur
einans er loyvdur fyri tap, sum er størri enn skattafrítt vinningsbýti, sum fel­
agið hevur fingið útlutað sum avkast av hesum virðisbrøvum. Avmarkingin
er gjørd fyri at forða fyri, at móðurfelag, aftaná at hava fingið útlutað skatta-
frítt vinningsbýti frá dótturfelagnum, kann tøma hetta felagið uttan at rinda
avgjald, og síðan avhenda partabrøvini í dótturfelagnum við tapi. Slíkt tap
kundi uttan hesa áseting verið drigið frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyld­
ugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini.
Vinningur og tap verða gjørd upp ájavnt við munin millum útveganarupp­
hædd og avhendingarupphædd á virðisbrævinum eftir virðisbræv fyri virðis-
bræv háttinum og FIFO-meginregluni.
1...,155,156,157,158,159,160,161,162,163,164 166,167,168,169,170,171,172,173,174,175,...284
Powered by FlippingBook