Føroyskur skattarættur - page 175

175
7.3.2.4.1. Útlutan/Vinningsbýti
Lógin tilskilar greitt, at vinningsbýti er alt, ið felagið útlutar eigarunum. Tað
hevur einki at siga, hvussu útlutað verður. Skattliga er talan um vinningsbýti,
líka mikið, um t.d. útlutað verður vinningsbýti eftir ásetingunum í
partafelagslógini, ella talan er um útlutan, sum fer fram á annan hátt. Allir
fíggjarligir fyrimunir eru tí at meta sum vinningsbýti, bara talan er um útlut­
anir, sum falla til eigararnar í
teirra eginleika
sum virðisbrævaeigarar.
Frípartabrøv verða sum kunnugt tillutað partabrævaeigarum frítt í mun til
teirra ognarlut í felagnum. At frípartabrøv ikki skulu verða mett sum
vinningsbýti, er grundað á, at talan ikki er um fíggjarligan fyrimun, sum
verður tillutaður partabrævaeigaranum. Grundgevingin er, at verandi parta-
brøv í felagnum minka í virði í sama mun, sum virðið á frípartabrøvunum.
Verður eitt frípartabræv seinni selt, verður vinningurin sambært § 4, stk. 4
gjørdur upp út frá einum útveganarvirði, sum er 0 kr.
Útlutanir í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, verða eisini undan­
tiknar frá at verða roknaðar sum vinningsbýti. Útlutanir, tá felag verður av­
tikið, kunnu ikki verða mettar sum javnt avkast av partabrævinum. Henda
útlutan skal tí ikki verða skattað sum vinningsbýti.
Fyri at tað ikki skal vera møguligt at fara uttan um reglurnar um vinningsbýti
í einari likvidasjón, sum kann sigast at vara í fleiri ár, eru tað bara tær útlutan­
ir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felagið er endaliga avtikið, sum ikki eru at
meta sum vinningsbýti.
Útlutanir, sum fara fram í tí álmanakkaári, tá eitt felag verður endaliga av­
tikið, verða javnsettar við avhendingarupphæddir. Tað er, at skattliga viðgerð­
in verður eins og skatting, tá ið partabrøv verða seld. Hetta merkir, at um
útlutanin til partbrævaeigaran er minni enn útveganarupphæddin, hevur
partabrævaeigarin hall, sum kann verða tikið við í uppgerðini eftir § 14. Um
felagið verður avtikið, tí tað fer á heysin, er vanliga eingin útlutan til
partabrævaeigararnar, og tá verða partabrøvini roknað sum avhend fyri 0 kr.
Er útlutanin minni enn útveganarvirðið fyri partabrøvini, kann hallið verða
drigið frá.
Verða partabrøv seld útgevandi felagagnum í tí álmanakkaári, tá felagið er
endaliga avtikið, verður avhendingarupphæddin viðgørd eftir vanligu regl­
unum um avhending.
Útlutanir, í sambandi við at partapeningurin verður lækkaður, skulu sum
1...,165,166,167,168,169,170,171,172,173,174 176,177,178,179,180,181,182,183,184,185,...284
Powered by FlippingBook