Føroyskur skattarættur - page 183

183
endamálið ella eitt av høvuðsendamálunum við umbýtinum. Um mett
verður, at grundarlag ikki er fyri at lata loyvi uttan serligar treytir, kann loyvið
m.a. treytast av, at munandi broytingar í teimum viðurskiftum, sum eru
grundarlag undir loyvinum, verða fráboðaðar TAKS, áðrenn broytingarnar
verða framdar. Soleiðis er skylda at boða frá munandi broytingum í samtaks­
skipanini og eigaraviðurskiftunum, umframt øðrum viðurskiftum, ið kunnu
hava týdning fyri metingina av loyvisgrundarlagnum.
Lógin ásetur, at skattafrítt partabrævaumbýti kann ikki fevna um
glærar eindir
(transparent feløg verða ikki roknað sum sjálvstøðug skattasubjekt). Tá parta­
feløg og smápartafeløg, sum eru skrásett í Føroyum
eru
sjálvstøðug skatta­
subjekt, er hendan ásetingin í lógini óneyðug.
Umbýti uttan loyvi
.
Er virðið á partabrøvunum, sum verða latin sum samsýning, við ískoyti av
møguligari javnandi upphædd, ájavnt við handilsvirðið á umbýttu parta­
brøvunum, kann skattafrítt umbýti gerast uttan loyvi frá TAKS. Av hesum
sæst, at ein grundleggjandi treyt er, at ein forskjóting av ognunum millum
partaeigararnar ikki skal koma fyri í sambandi við partabrævaumbýtið.
Ymiskar meiningar kunnu vera um handilsvirðið á umbýttu partabrøvunum.
Minnast kann á, at til ber at biðja um bindandi svar frá TAKS um henda
spurning.
Umbýti uttan loyvi er eisini treytað av, at útvegandi felagið ikki avhendar
partabrøv í útvegaða felagnum í einum tíðarskeiði uppá 3 ár aftaná umbýt­
ingardagin. Umbýtingardagurin er tann dagur, tá partabrævaumbýtið enda­
liga verður samtykt í útvegandi felagnum. Hetta krav
(holdingkravið)
byrjar
so statt henda dagin. Hví hendan avmarking er sett inn í lógina, tykist ógreitt,
tí eitt trý ára mark finst ikki longur í føroyskari skattalóggávu viðvíkjandi
avhending av partapeningi. Sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið, er
trý ára feistin sett inn sum verndarregla, sum skal eggja til, at felagsluttakarar
varðveita samsýnandi partbrøvini í longri tíðarskeið eftir eina skattafría um­
skipan.
Lógin ásetur eisini, at avhendar útvegandi felagið partabrøvini í útvegaða
felagnum, áðrenn 3 ár eru liðin eftir umbýtingardagin (uttan at skattafrí um­
skipan fer fram aftaná), verður umbýtið skattskyldugt, og partabrøvini í út­
vegaða felagnumverða roknað sumavhendað til triðjamann umbýtingardagin.
At áseta hesa 3 ára freistina er ørkymlandi.
1...,173,174,175,176,177,178,179,180,181,182 184,185,186,187,188,189,190,191,192,193,...284
Powered by FlippingBook