Føroyskur skattarættur - page 187

187
hending 1. januar í 2007 ella seinni, uttan mun til eigaratíð, kom at verða
skattskyldug. Hinvegin vildi landsstýrið tó tryggja, at tann vinningur ella
virðisøking, sum er staðfest viðvíkjandi virðisbrøvum fram til 1. januar í
2007, framvegis skal vera skattafrí.
Við grundarlagi á hesum søguliga baksýni er í § 28 í kapitalvinningsskatta­
lógini ein skiftisregla, sum helst kemur at vera týdningarmikil nøkur ár her­
eftir.
Her er ásett, at skattliga
útveganarvirðið
av virðisbrøvum undir § 1, nr. 1, ið
eru útvegað fyri 16. november í 2001, og sum ikki eru avhend fyri 1. januar
í 2007, skal verða ásett til mett handilsvirði eftir innara virðinum í felagnum
seinast í roknskaparskeiðinum, sum endar í 2006. Hetta skattliga útvegan­
arvirðið skal verða gjørt í skattauppgerð fyri seg, sum grannskoðari hevur
váttað.
Landsstýrismaðurin hevur við kunngerð nr. 131 frá 27. desember í 2006
ásett gjøllari reglur um, hvussu hetta skattliga útveganarvirðið skal verða
gjørt upp. Uppgerðin skal sendast TAKS, sum kann eftirkanna og gera
broytingar í virðisásetingini viðvíkjandi ogn og skuld.
Eru hesi virðisbrøv skrásett á virðisbrævamarknað ultimo 2006, skal skrásetta
kursvirðið á midnátt 31. desember í 2006 verða brúkt sum skattligt
útveganarvirði.
Eigarar kunnu sum triðja møguleika nýta veruliga útveganarvirðið sum skatt­
ligt útveganarvirði. Brúkar eigari henda møguleika, skuldi hann havt boðað
TAKS frá hesum fyri 1. oktober í 2007. Annars skal útveganarvirðið verða
ásett eftir einum av áður nevndu háttum.
§ 28, stk. 5 ásetur eina
avmarking fyri tapsfrádrátti
í sambandi við avhending
seinni, tá tað skattliga útveganarvirðið er ásett sambært meting. Tí, um slík
avhending gevur tap, kann tapsfrádrátturin ongantíð vera hægri enn tað
tapið, sum upprunaliga útveganarvirðið á virðisbrævinum hevði givið, um
selt var til sama prís. Ásetingin er helst ætlað at skula forða fyri, at frádráttur
fæst fyri „fiktiv“ virði.
7.4. BURTURLEIGA ELLA BURTURFESTING
Eyðkenni fyri kapitalvinning er, at talan er um inntøku ella ágóða, sum
ognir/íløgur, ið skattgjaldari hevur útvegað/gjørt, kasta av sær. Við øðrum
1...,177,178,179,180,181,182,183,184,185,186 188,189,190,191,192,193,194,195,196,197,...284
Powered by FlippingBook