Føroyskur skattarættur - page 182

182
Talan er um skattafrítt partabrævaumbýti, um útvegandi felagið í sambandi
við umbýtið útvegar ein part av partabrævakapitalinum hjá útvegaða felag­
num við tí úrsliti, at útvegandi felagið
fær meirilutan av atkvøðunum í útveg­
aða felagnum
.
Talan er eisini um skattafrítt partabrævaumbýti, um útvegandi felagið,
sum
longu hevur meirilutan av atkvøðunum, útvegar størri part í útvegaða felagnum
og afturfyri geva teimum partabrøv ella partar í fyrra felagnum umframt
møguligt javnandi ískoyti. Treytirnar um, at útvegandi felagið skal fáa meiri­
lutan av atkvøðunum í útvegaða felagnum, eru uppfyltar, hóast útvegandi
felagið eftir partabrævaumbýtið verður klovið sambært ásetingunum í § 11 a
í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
Handilin við partabrøvum skal verða framdur áðrenn 6 mánaðir eru lidnir
frá fyrsta umbýtingardegi. Um freistin ikki verður hildin, og er undantak ikki
givið, verður partabrævaumbýtið roknað at vera skattskyldugt. TAKS kann
leingja freistina, um tað fær umbøn um hetta, áðrenn 6 mánaðir eru lidnir.
Partabrævaumbýti kann ikki fremjast við virknaði aftureftir.
Ásetingarnar í § 9 í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a., verða brúktar
fyri tey partabrøv í útvegaða felagnum, sum verða samsýnt við øðrum enn
partabrøvum í útvegandi felagnum, og ásetingarnar í § 11 í somu lóg fyri
partabrøvini í útvegandi felagnum, sum verða móttikin sum samsýning fyri
latnu partabrøvini. Hetta merkir, at umbýtið ikki elvir til skatting hjá parta­
eigarunum, eins og móttiknu partabrøvini verða roknað, sum vórðu tey út­
vegað samstundis og fyri somu útveganarupphædd og við sama endamáli,
sum umbýttu partabrøvini. Vinningur frá avhendingini av partabrøvunum
verður skattaður sambært kapitalvinningsskattalógini. Avhendingarupp­
hæddin verður ásett í samsvari við kursvirðið tann dagin, partabrævaumbýtið
fór fram.
Samanleggingardagurin er tann dagurin, tá ið partabrævaumbýtið fer fram.
Meginreglan er, at TAKS skal geva loyvi til skattafría partabrævabýtið, eins og
TAKS kann áseta serligar treytir fyri at loyva umbýtinum. Men skattafrítt
partabrævaumbýti kann eisini fara fram uttan loyvi frá TAKS. Nærri um hetta
niðanfyri.
Loyvi at býta um partabrøv skattafrítt verður latið, um treytirnar eru upp­
fyltar, og mett verður, at skattaundandráttur ella -misnýtsla ikki er høvuðs
1...,172,173,174,175,176,177,178,179,180,181 183,184,185,186,187,188,189,190,191,192,...284
Powered by FlippingBook