Føroyskur skattarættur - page 190

190
8.1. AT STOVNA PARTAFELAG ELLA SMÁPARTAFELAG
Tá ið partafelag ella smápartafelag verður stovnað, verður skaptur ein løg­
frøðiligur persónur, sum eftir § 1 í skattalógini er eitt sjálvstøðugt skatta­
subjekt, ið sjálvt kann gera avtalur um keyp og sølur o.s.fr. Eftir vinnufelaga­
lógini skal eitt partafelag hava partapening í minsta lagi 500.000 kr. og eitt
smápartafelag hava ein innskotspening í minsta lagi 50.000 kr. Partapening­
urin ella innskotspeningurin kann eftir nevndu lóg verða skotin inn við
reiðum peningi ella t.d. í øðrum virðum sum skiftisinnskot (apportinnskot).
Nú ber eisini til at stovna íverksetarafeløg við einum kapitalkravi á 1 kr.
Eitt skiftisinnskot er innskot av nettoaktivum (nettoaktiv = ogn – skuld) í
øðrum enn reiðum peningi. Innskotið skal hava a) eitt fíggjarligt virði og
kann ikki fevna um b) krøv móti partaeigarum ella stovnarum ella c) eina
skyldu hjá teimum at útinna arbeiðið ella veita tænastur fyri felagið.
Eftir vinnufelagalógini er bannað at stovna felag til undirkurs. Lógn krevur
tí, at ein ella fleiri metingarmenn gera eina
metanarfrágreiðing
, tá felag verður
stovnað við skiftisinnskoti. Metanarfrágreiðingin skal lýsa tey innskotnu net-
toaktivini, hava eina frágreiðing um nýttan framferðarhátt viðvíkjandi gjør-
du metingini av innskotnu nettoognunum, upplýsa um samsýningina (við
partabrøvum, reiðum peningi, skuldarbrævi, ella hvussu hon er samansett) til
partaeigaran fyri nettoognir og hava eina váttan um, at ásettu virðini svara
minst til samsýningina. Um felagið skal taka við einum ígongdverandi virki,
skal ein byrjanarfíggjarstøða fylgja við, sum skal hava átekning uttan fyrivar-
ni frá grannskoðara, um so er, at grannskoðanarskylda áliggur felagnum.
At stovna felag við skiftisinnskoti kann gerast afturvirkandi upp í 6 mánaðir
eftir roknskaparárslok, sum merkir, at tað kann verða sett á stovn fyrstu 6
mánaðirnar av einum álmanakkaári. Tá eitt felag verður stovnað afturvirk­
andi, kunnu partabrøv/innskotsprógv verða roknað sum útvegað í fyrsta lagi,
tá stovningarsamtyktin er dagfest.
At stovna felagið við reiðum peningi einans hevur ongar skattligar avleið­
ingar við sær, hvørki fyri innskjótara ella felagið. Felagið skal bóka innskotið
sum eginpening, og innskjótarin fær t.d. ikki frádrátt fyri innskotið, tí talan
er einans um at broyta eitt aktiv frá at vera reiðupeningur til at vera virðis-
bræv. Tað ger ongan mun, um peningurin verður innskotin til kurs 100 ella
yvirkurs.
At stovna sjálvt felagið við skiftisinnskoti hevur vanliga heldur ongar skatt­
ligar avleiðingar við sær fyri felagið, men hevur hinvegin oftast við sær skatt
1...,180,181,182,183,184,185,186,187,188,189 191,192,193,194,195,196,197,198,199,200,...284
Powered by FlippingBook