Føroyskur skattarættur - page 185

185
Útlendsk feløg o.o., sum eiga feløg o.a. við fullari skattskyldu til Føroya (eitt
føroyskt felag) hava avmarkaða skattskyldu til Føroya av vinningsbýti, sum
tey fáa útlutað frá føroyska felagnum. Í slíkum føri skal tað útlutandi føroyska
felagið eisini halda aftur 18% av vinningsbýtinum, sum verður útlutað til tað
útlendska felagið o.o., hóast tað er ásett í tvískattasáttmála millum Føroyar
og avvarðandi land, at Føroyar ikki skulu skatta vinningsbýti, ella at Føroyar
bara kunnu skatta vinningsbýti við einum lægri satsi enn 18%.
Tað útlendska felagið hevur tó rætt til, eftir umsókn til TAKS, at fáa afturgold­
ið ov nógv rindaðan skatt av vinningsbýtinum.
Eftir § 15, stk. 2 hevur landsstýrismaðurin heimild til við kunngerð at áseta,
at skattur ikki skal verða hildin aftur av vinningsbýti, ella at skattur skal verða
hildin aftur við einum lægri satsi enn 18%.
7.3.7.2. Av rentuinntøkum
Løgfrøðiligir persónar skulu sum kunnugt taka rentuinntøkur við í uppgerð­
ina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir skattalógini.
Einstaklingar og deyðsbúgv skulu hinvegin taka rentuinntøkur við í uppgerði-
na viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir kapitalvinningsskattalógini.
Í § 16 er ásett, at føroyskir peningastovnar og postgiro skulu halda aftur
skatt, 35% (hækkað til 39% í 2010, 38% í 2011, 37% í 2012, 36% í 2013,
síðan aftur 35% í 2014 og eftirfylgjandi ár) av tilskrivaðum rentum, sum teir
veita einstaklingum og deyðsbúgvum av innistandandi í
føroyskum
peninga-
tovnum. Peningastovnurin skal vegna kontuhavaran rinda TAKS skattin í
seinasta lagi tann 15. í mánaðinum aftaná rentutilskrivingina.
7.3.8. Sjálvuppgáva
Hin skattskyldugi eftir kapitalvinningsskattalógini hevur skyldu at geva upp
skattskyldugu inntøkuna eftir § 14 á oyðublaði, sumTAKS letur gera. Oyðu-
blaðið skal verða latið TAKS, samstundis sum sjálvuppgávan eigur at verða
latin inn eftir skattalógini. Einstaklingar og løgfrøðiligir persónar, sum hava
fingið forprentað oyðublað, skulu tó ikki lata inn oyðublaðið, um so er, at
forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar.
Hin skattskyldugi hevur skyldu at rinda álíknaða skattin eftir kapitalvinnings­
skattalógini, sum fellur til gjaldingar tann 1. í mánaðinum eftir tað, at
uppgerð er skrivað út. Gjaldfreist er til 20. í mánaðinum.
7.3.9. Rentur fyri ov seint goldnan skatt
Eru skatturin, sum nevndur er frammanfyri, ikki goldin, tá freistirnar eru
úti, skulu 0,7% verða roknað í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá
1...,175,176,177,178,179,180,181,182,183,184 186,187,188,189,190,191,192,193,194,195,...284
Powered by FlippingBook