Føroyskur skattarættur - page 178

7.3.2.5.2. Uppgerð viðvíkjandi rentuinntøkum eftir ávikavist
kapitalvinningsskattalógini og skattalógini
Einstaklingar og deyðsbúgv skulu taka rentuinntøkurnar eftir hesum punkti
við í uppgerðina vuðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir § 14 í kapital­
vinningsskattalógini. Allir aðrir løgfrøðiligir persónar skulu taka rentuinntøkurnar eftir hesum punkti við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøk­
uni eftir skattalógini.
7.3.2.6. Aktiv undir § 1, nr. 7
Aktiv undir hesum punkti eru rentuútreiðslur sambært § 10, stk. 3.
Talan er einans um rentur, sum einstaklingar hava av lántøku í peningastovn­
um o.ø. fyri at fíggja útvegað virðisbrøv. Vert er at geva gætur, at løgfrøðiligir
persónar kunnu ikki brúka henda møguleika (aktiv).
Slíkar rentuútreiðslur kunnu verða mótroknaðar í kapitalvinningi. § 14, stk.
4 ásetur, at um eingin kapitalvinningur er at mótrokna hesar rentuútreiðslur
við, kunnu rentuútreiðslurnar verða fluttar fram til mótrokning í kapital­
vinningi næstu 5 árini. Í hesum tíðarskeiði kann hallið bara verða flutt til
frádrátt fyri eitt seinni inntøkuár treytað av, at tað ikki rúmast í møguligum
nettovinningi í einum inntøkuári frammanundan.
§§ 10, stk. 3 og 14, stk. 4 vórðu strikaðar við virknaði frá 1. januar í 2017, so
tað einans eru rentuútreiðslurnar, sum stava frá lántøku áðrenn 1. januar í
2017, ið kunnu takast við í uppgerðina av kapitalvinningi.
7.3.3. Gávur og arvaforskot
§ 11 ásetur, at tað at lata og fáa gávu ella arvaforskot verður roknað sum
avhending og útvegan. Tað eru øll tey aktiv, sum eru undir hesi lóg, sum t.d.
at lata ella fáa gávu ella arvaforskot, sum verða javnstillað við avhending og
útvegan.
Avhendingarupphæddin og útveganarupphæddin verða roknaðar sum virðið
í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Tað ber á, at eitt nú foreldur við gávubrævi geva børnum sínum partabrøv,
tað veri seg minnilutapartabrøv ella høvuðsparteigarabrøv.
Gávan í sær sjálvum er ikki skattskyldug inntøka fyri móttakaran sambært §
29, nr. 3 í skattalógini, tá talan er um gávu frá hjúnafelaga, avkomi, for­
eldrum (her uppií eisini ættleiðingarforeldrum) ella abba ella ommu.
1...,168,169,170,171,172,173,174,175,176,177 179,180,181,182,183,184,185,186,187,188,...284
Powered by FlippingBook