174
Skattskyldugi vinningurin og frádráttarbæra tapið verða gjørd upp óheft av
uppgerðini viðvíkjandi undirliggjandi aktivunum, sum t.d. kunnu vera
partabrøv, fíggjarlig krøv o. a.
Avtalur um keypsrættindi og sølurættindi, sum verða nýtt sum fíggjaramboð
(finansielle instrumenter), kunnu verða framdar við tað, at tað undirliggjandi
aktivið verður latið ella við munaravrokning (differenceafregning). Talan er
um munaravrokning, tá keypari og seljari avrokna kontant munin ímillum
avrádda prísin og marknaðarprísin, tá avtalan gongur út, í staðin fyri at lata
undirliggjandi aktivið.
Útreiðslur í sambandi við handil við keypsrættindum og sølurættindum, t.d.
avgjøld og kurtaga skulu verða roknað við í útveganarpeningin ávikavist
sølupeningin.
Tekningarrættindi til virðisbrøv undir § 1, nr. 1, kunnu sigast at vera ein
keypsrættur, men hesi rættindi skulu, sum áður nevnt, ikki verða viðgjørd
eftir ásetingunum í hesum punkti. Tekningarrættindi verða í staðin viðgjørd
eftir ásetingunum um virðisbrøv undir § 1, nr. 1.
7.3.2.4. Aktiv undir § 1, nr. 5
Aktiv undir hesum punkti er vinningsbýti. Eftir § 1, stk. 2 í kapitalvinnings
skattalógini verður sum vinningsbýti roknað alt, ið felag útlutar partabræva
eigara, lutahavara o.tíl. At útluta frípartabrøv, frílutaprógv eins og útlutanir,
sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður endaliga avtikið, eru ikki at
rokna sum vinningsbýti. Talan er heldur ikki um at luta út vinningsbýti, tá ið
eitt felag heldur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar.
§ 1, stk. 3 ásetur, at útlutanir í tí inntøkuári, tá eitt felag verður endaliga av
tikið, verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og aðra avhending.
Endaliga ásetur § 1, stk. 4, at Toll- og skattaráðið kann loyva, at útlutanir við
at skriva niður partapening verða viðgjørdar eftir ásetingunum um sølu og
aðra avhending.
Skatta- og avgjaldskærunevndin
heimvísti
í máli nr. 06-02-22-28 frá 29. august 2007
spurningin til viðgerðar hjá Toll- og Skattaráðnum eftir § 1, stk. 4, um ein útluting
viðvíkjandi partapeningi skuldi verða viðgjørd sum vinningur við avhending heldur
enn vinningsbýti. Í hesum máli var innskotspeningurin í einum smápartafelagi
lækkaður og útgoldin tveimum av fimm eigarum. Toll- og skattstovan helt, at útlut
anin skuldi verið viðgjørd sum vinningsbýti.