Føroyskur skattarættur - page 167

167
umskipanardagin. Vísir útveganarvirðið seg at vera negativt, skal hetta nega­
tiva virðið verða lagt aftur at søluupphæddini, tá partabrævið verður avhent.
Gjøllari um umskipanarlógina seinni.
Verður keypt ella selt í fremmandum gjaldoyra, skulu søluupphæddirnar og
keypsupphæddirnar verða umroknaðar keypsdagin ella søludagin.
Útreiðslur
í sambandi við at útvega virðisbrøv skulu verða lagdar aftur at
útveganarvirðinum; og útreiðslur, sum eigari hevur í sambandi við avhend­
ing, kunnu við uppgerðina viðvíkjandi vinningi verða drignar frá søluvirð­
inum. Slíkar útreiðslur kunnu t.d. vera søluprovisjón, útreiðslur til advokat
ella grannskoðara.
7.3.2.1.3. At avhenda virðisbræv til útgevandi felagið
Eftir § 5, stk. 1 í kapitalvinningsskattalógini skal eigarin, sum eigur virðis-
brævið, sum verður avhent til tað felagið, sum hevur givið út hetta virðisbræv,
rokna avheningarupphæddina sum vinningsbýti. Avleiðingin er, at
øll uphæddin,
og ikki bara munurin millum útvegnarupphædd og avhendingarupphædd, skal
verða inntøkuførd sum skattskyldug inntøka eftir kapitalvinningsskattalógini.
Av hesum sæst, at tað er at bera saman við at útluta vinningsbýti, tá eigari,
sjálvboðin ella tvungin, avhendir virðisbrøv, íroknað umbýtilig lánsbrøv og
tekningarrættindi til slík virðisbrøv, til tað felag, sum hevur givið út hesi
virðisbrøvini.
Grundgevingin fyri ásetingini í § 5, stk. 1, er, at hon skal forða fyri, at tey ið
eiga virðisbrøv verða eggjað til at leggja allan vinningin í felagnum í grunn,
og síðan við at avhenda virðisbrøv til felagið sjálvt, kunna luta pening út úr
felagnum á ein hátt, sum verður lagaligari skattaður, enn um hann varð
lutaður út sum vinningsbýti.
Eftir § 5, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini kann Toll- og skattaráðið eftir
umsókn frá eigara geva loyvi til, at slík avhendingarupphædd ikki skal verða
roknað sum vinningsbýti, men verða roknað sum avhending. Undantaks-
loyvi kann verða givið, tá virðisbrøvini eru avhend av øðrum orsøkum enn
teimum, sum roynt verða at sleppa undan við ásetingini í § 5, stk. 1 í kapital­
vinningsskattalógini.
Tá avgerð um undantaksloyvi skal verða tikin, skal dentur verða lagdur á, um
aftursølan til felagið verður brúkt sum alternativ til útlutan. Hetta kann t.d.
vera í føri, har felagið keypir egin partabrøv til ein kurs, ið er hægri enn
marknaðarkursurin.
1...,157,158,159,160,161,162,163,164,165,166 168,169,170,171,172,173,174,175,176,177,...284
Powered by FlippingBook