Føroyskur skattarættur - page 172

172
10.000. Kurstap at draga frá fyri hvønn avdrátt er:
100.000 – 80.000 x 10.000 = 2.000
100.000
Lánsútreiðslur og handilsútreiðslur í sambandi við skuldarstovnan, t.d.
„gebyrer“, „kurtage“, stovningarprovisión o.a. kunnu verða lagdar aftur at
útveganarvirðinum. Sama er galdandi fyri lánsútreiðslur og tílíkt, t.d. stovn­
ingarprovisión, grannskoðanarútreiðslur og advokatútreiðslur í sambandi við
at taka lán, og sum ikki kunnu verða drignar frá í rakstrinum. Eisini kunnu
útreiðslur í sambandi við avhending og innloysing verða drignar frá í avhend­
ingarupphæddini ávíkavist innloysingarupphæddini.
7.3.2.2.4. Samanlagdur vinningur oman fyri 1.000 kr. um árið er
skattskyldugur
Vinningur undir hesum punktum, sum einstaklingar og deyðsbúgv hava,
skal bara verða roknaður við í avgjaldskyldugu upphæddina, um samanlagdi
vinningurin í einum álmanakkaári er størri enn kr. 1.000. Við hesum verða
allir teir smærru vinningarnir undantiknir skattskyldu. Grundgevingin fyri
hesum er, at hetta lættir um lógarfyrisitingina.
Bara tap av lánsbrøvum, veðbrøvum og skuldarbrøvum, ið eru skrásett á
virðisbrævamarknaðum, kunnu verða drigin frá i kapitalvinningsinntøkuni.
Hetta er sett í lógina fyri at verja fyri misbrúki við t.d. lánum í familjuviður-
skiftum.
Tap av krøvunum, ið eru nevnd omanfyri, kunnu óskerd verða drigin frá í
uppgerðin eftir § 14 í kapitalvinningsskattalógini.
7.3.2.3. Aktiv undir § 1, nr. 4
Aktiv undir hesum punkti eru einans keypsrættindi og sølurættindi til tey
virðisbrøv og fíggjarkrøv o.a., ið koma undir punkt 1 og 2, soleiðis sum hetta
er tilskilað frammanfyri.
Keypsrættur er avtala, ið gevur ognaranum rætt – men ikki skyldu – at keypa
ávísa ogn fyri ávísan prís ein ávísan dag, ella fyri ein ávísan dag. Fyri útgevar­
an merkir avtalan, at hann hevur skyldu at selja, um tann, ið keypt hevur
rættin, vil nýta hann.
Sølurættir eru avtalur, har ognarin hevur rætt til – men ikki skyldu – at selja
ávísa ogn fyri ávísan prís ein ávísan dag, ella fyri ein ávísan dag. Fyri útgevar
1...,162,163,164,165,166,167,168,169,170,171 173,174,175,176,177,178,179,180,181,182,...284
Powered by FlippingBook