Føroyskur skattarættur - page 169

169
frágreiðingum um motivini fyri, at partabrøvini vóru seld til útgevandi
felagið í hesum føri, hevur víst á, at partabrøvini vóru seld felagnum út frá
øðrum motivum enn at sleppa undan atlitinum í § 5, stk. 1 í kapitalvinnings­
skattalógini. Talan var ikki um eitt alternativ til útlutan, og tí var grundarlag
fyri at brúka § 5, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini.
Sí eisini
avgerðirnar (nr. 06-02-22-30, nr. 06-02-22-31 og nr. 07-02-22-29) hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 13. juni 2007 og (nr. 07-02-22-34, nr. 07-02-22-
35 og nr. 07-02-22-36) frá 29. august 2007
, ið viðgera spurningin um talan var um
avhending ella útluting, og sum eru partvíst endurgivnar frammanfyri undir
7.3.2.1.1. Avhending.
Sum meginregla verður undantaksloyvi veitt eigarum í feløgum, har eigarar
ikki hava loyvi at avhenda síni virðisbrøv til onnur enn felagið, t.d. í luta­
íbúðarfeløgum ella í feløgum, har ognarhald viðvíkjandi virðisbrøvum er
treyt fyri at kunna arbeiða í einari ávísari vinnugrein.
Tað er vanligt hjá virðisbrævaeigarum at lata t.d. peningastovn umsita tað at
avhenda virðisbrøv.Tá peningastovnur í slíkum føri tekur ímóti partabrøvum,
sum peningastovnurin sjálvur hevur givið út, frá einum eigara til víðarisølu,
kemur slík avhending til peningastovnin ikki undir bannið í § 5, stk. 1.
Eigarin verður í slíkum føri skattaður eftir meginregluni um avhending.
§ 5, stk. 3 í kapitalvinningsskattalógini ásetur, at avhendingarupphæddin fyri
virðisbræv, sum verður avhent til útgevandi felagið, skal ikki verða roknað
sum vinningsbýti, um avhending fer fram í tí álmanakkaári, tá útgevandi fel­
agið er endaliga avtikið.
7.3.2.2. Aktiv undir § 1, nr. 2 og nr. 3
Aktiv undir hesum punktum eru øll peningakrøv sama hvørjum líki tey eru í
og uttan mun til, um peningakravið hevur við vinnu ella ikki at gera og uttan
mun til, um kravið er í føroyskum/donskum ella útlendskum gjaldoyra.
Avgerandi er, at talan er um eina rættarliga skyldu um peningagjald.
Talan kann so statt vera um peningakrøv, sum eru eyðmerkt sum t.d. láns-
bræv, veðbræv ella skuldarbræv. Men talan kann eisini vera um peningakrav
sambært munnliga avtalu. Undir hesum punktum eru tí eisini t.d. krøv um
løn ella samsýning fyri arbeiði og stuttfreistað lán við ongari trygd.
Aktiv undir hesum punktum fevna um allan kursvinning og tap av krøvum.
1...,159,160,161,162,163,164,165,166,167,168 170,171,172,173,174,175,176,177,178,179,...284
Powered by FlippingBook