Føroyskur skattarættur - page 179

179
179
Men, er talan t.d. um partabræv, so er avhendingarupphæddin hjá
gevar­
anum
virðið í vanligum handli (handilsvirðið), og
hesin skal rinda skatt
sam-
bært § 4 í hesi lóg eftir virðinum í vanligum handli, tá gávan verður latin.
Vert er her at geva gætur, at handilsvirðið á partabrøvum í feløgum, sum eru
skrásett á keypsskála (børsi), kann ganga upp og niður alt eftir búskaparligu
gongdini hjá felagnum og/ella samfelagsbúskapinum sum heild.
Skatta-og avgjaldskærunevndin
staðfesti
í málum frá 17.02.2010 ( nr. 09-02-22-52 og
nr. 09-02-22-57) og í máli frá 31.03.2010 ( nr. 09-02-22-91)
at latanin av partabrøv­
um sum gáva til ávikavist hjúnarfelaga, dóttir og ommusynir er avhending eftir § 11,
stk. 1 og § 1, stk. 1, nr. 1 í kapitalvinningsskattalógini, og vinningur, sum stendst av
hesum, er skattskyldugur eftir § 1, stk. 1, nr. 1 og § 4, stk. 1 í somu lóg.
Hinvegin broytti
Skatta-og avgjaldskærunevndin í máli frá 17.02.2010 (nr. 09-02-
22-80
)avgerð hjá TAKS um, at skatta vinning í samband við flyting av partabrøvum
til hjúnafelaga í sambandi við hjúnabandsskiftið.
Skatta-og avgjaldskærunevndin
helt,
at flyting av partabrøvum millum kæraran og hjúnafelagan í samband við skifti av
felagsogn teirra ikki kann metast at vera avhending eftir § 1, stk. 1, nr. 1 í kapital­
vinningsskattalógini. Niðurstøðan hjá nevndini var, at talan var um eina flyting av
ognum, sum ikki er skattskyldug eftir meginregluni í § 29, nr. 4 í skattalógini, og at
flytingin tí ikki var fevnd av kapitalvinningsskattalógini.
Móttakarin verður ikki skattaður við móttøkuni, sambært § 29, nr. 3 í skatta­
lógini, men virðið í vanligum handli, tá gávan verður latin, er útveganar­
virðið fyri partabrævið og er grundarlagið fyri skattinum, tá partabrævið
seinni verður selt.
Endurgjald og tryggingarpeningur verða javnmett við avhendingarupphædd.
Verður endurgjald ella tryggingarpeningur fingin fyri eitt aktiv, sum er undir
hesi lóg, skal henda upphædd verða roknað fyri avhendingarupphædd, og
skattað skal tá verða eftir vanligu reglunum fyri at avhenda viðkomandi aktiv.
Sum dømi kann verða nevnt, at endurgjald, sum er fingið fyri, at ein avtala at
selja partabræv varð ógildað, skal verða viðgjørd sum partabrævasøla.
7.3.4. At yvirtaka skattligu støðuna viðvíkjandi virðisbrøvum í
deyðsbúgvi
Í § 12 er ein áseting um successjón frá einum deyðsbúgvi til arvingar. Eftir
henni verður vinningur ella tap í samband við útlutan frá einum deyðsbúgvi
ikki tikin við í uppgerðina hjá deyðsbúgvum.
1...,169,170,171,172,173,174,175,176,177,178 180,181,182,183,184,185,186,187,188,189,...284
Powered by FlippingBook