177
7.3.2.5. Aktiv undir § 1, nr. 6
Aktiv undir hesum punkti eru rentuinntøkur.
Hugtakið renta verður vanliga allýst sum „gjald fyri møguleikan til at ráða
yvir fremmandum kapitali, og verður regluliga roknað við einum prosentparti
av tí til eina og hvørja tíð verandi skuld“.
Allar rentuinntøkur, uttan tær sum eru tilskilaðar í § 10, stk. 3 í kapital
vinningsskattalógini, eru undir hesum punkti. Sum dømi kunnu verða nevnd
renta av privatum útlánum frá einstaklingum ella løgfrøðiligum persónum,
renta av innistandandi í føroyskum ella útlendskum peningastovnum, renta
av veðbrøvum og lánsbrøvum, útlendskum eins og føroyskum.
Tær rentuinntøkur, sum sambært § 10, stk. 3,
ikki
skulu verða roknaðar við
í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir § 14, eru:
1. Rentur, sum verða góðskrivaðar kontuni fyri eina eftirlønarskipan við
innskoti í peningastovni o.tíl., so leingi tær ikki verða útgoldnar.
2. Renta av ov nógv goldnum skatti og avgjøldum.
3. Rentutilskriving av innilæstum dýrtíðarviðbótum hjá Lønmodtagernes
Dyrtidsfond.
7.3.2.5.1. Tíðargreind dekort og samsýning fyri viðhangandi rentu
Samsýningin fyri viðhangandi rentu ella góðskrivaða rentu, sum verður rind
að í sambandi við, at rentuberandi krøv verða avhend ella útvegað, skal verða
tikin við í uppgerðina viðvíkjandi rentuinntøkuni tað inntøkuárið, tá av
hendingin ella útveganin fer fram.
Slík samsýning verður roknað við at stilla rentuinntøkuna, sum er knýtt at
kravinum, t.d. einum lánsbrævi, ið verður útvegað ella avhent.
Somuleiðis skal dekort, sum verður goldið einum peningastovni í sambandi
við at innistandandi verður tikið út í ótíð, verða tikin við í uppgerðina
viðvíkjandi rentuinntøku tað árið, samsýningin verður skuldskrivað (tað
árið, peningurin verður tikin út).
Hesar ásetingar um tíðargreining kunnu hava við sær, at einstaklingar ella
løgfrøðiligir persónar fáa negativa rentuinntøku, sum kann verða tikin við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni eftir § 14.